Justin Jesso kemur til Føroya næsta ár

Maðurin handan heimshittið "Stargazing" kemur til Føroya til OY Voxbotn 2024. 

- Navnið er møguliga ikki so kent í Føroyum, men sangirnir eru heimshitt.

 

Tað siga tey, sum skipa fyri OY Voxbotn  í tíðindaskrivi í dag.

 

- Justin Jesso hevur samstarvað, skrivað og sungið sangir saman við Ricky Martin, The Backstreet Boys, Kygo, Armin Van Buuren og Michael Bolton.

 

Í 2017 gav hann út lagið "Stargazing" saman við Kygo, og gjørdist hetta eitt av allar størstu hittunum í heiminum tað árið.

 

- Hann er ein stjørna, ið fleiri aðrar stjørnur standa í bíðirøð eftir at samstarva við, og við honum sum solo sangara fáa vit øll hittini í einum.   

 

OY Voxbotn heldur tað vera sera spennandi, at hann nú kemur til Føroya, tí hann hevur verið á konsertferð kring allan heim og hevur samstarvað við nøkrum av teimum allar størstu í tónleikavinnuni.

 

Tí verður hetta uttan iva ein uppliving, sum kemur at bjóða okkum á eina ferð til tindarnar í popp tónleiki.

 

- Úr Los Angeles í USA, til pallin mitt í Havn – Justin Jesso verður uttan iva ein av stóru løtunum til OY Voxbotn 2024.