Justin Timberlake dagsins maður

Tað eydnaðist í farnu viku Justin Timberlake at savna inn eina millión dollarar til amerikansk barnahospitalir.

Pengarnir stava frá eini golfkapping í Las Vegas, sum Justin luttók í. Onnur kend sum komikarin George Lopez, sjónleikarin Josh Duhamel og fyrrverandi N*Sync sangarin Chris Kirkpatrick vóru eisini partur av kappingini.

 

Yvirskotið frá kappingini fer beinleiðis til Shriners? Hopsitals for Children. Eisini helt Justin fríggjakvøldið nakrar konsertir saman við m.a. Boyz II Men, Leona Lewis og Lionel Richie til frama fyri hesum vælgerandi endamáli.

 

Poppstjørnan er væl nøgdur við úrslitið og hann fegnast um, at tað var so lætt at fáa fólk at verða partur av verkætlanini.

 

- Eg skrivaði bara nøkur gamaldags brøv til fólk. Tað var als ikki neyðugt at forfylgja fólki ella nakað annað líknandi, sigur hann glaður.