Justin Timberlake hevur mist koyrikortið

Sangarin Justin Timberlake hevur mist koyrikortið fyribils í sambandi við eitt mál um rúsdrekkakoyring.

Justin Timberlake varð tikin fyri rúsdrekkakoyring 18. juni í ár. (Savnsmynd). - Mynd: Mikael Tran/Ritzau Scanpix

Amerikanska poppstjørnan, Justin Timberlake, hevur mist koyrikortið.

 

Tað hevur ein dómari í rættinum í Sag Harbor avgjørt í sambandi við rættarfund í gjár.

 

Tað skriva fjølmiðlarnir Sky News og Fox News.

 

Tað er ikki greitt, hvussu leingi hann missir koyrikortið.

 

Sag Harbor er ein býur í amerikanska statinum New York.

 

Náttina til 18. juni í ár varð Justin Timberlake steðgaður av løgregluni í Sag Harbor, eftir at hann hevði koyrt yvir reytt ljós í sínum gráa BMW.

 

Hann hevði eftir øllum at døma trupult við at halda seg innan fyri koyribreytina.

 

43 ára gamla poppstjørnan varð síðani handtikin fyri rúsdrekkakoyring.

 

Í ákæruritinum lýsa l´greglufólkini, sum vóru á staðnum eyguni hjá Justin Timberlake sum "blóðsprongt og glaskend", andadrátturin luktaði illa av rúsdrekka, og hann var óstúttur á fótum.

 

Hann varð fluttur á eina løgreglustøð, har hann noktaði at anda inn í ein alkomátara.

 

Sangarin, sum síðani er leyslatin, hevur sjálvur pástaðið, at hann bert hevði drukkið ein martini, áðrenn hann setti seg í bilin.

 

Justin Timberlake luttók virtuelt á rættarfundinum úr belgiska býnum Antwerpen, skrivar Sky News.

 

Har skal hann at framføra 3. og 4. august í sambandi við ferðina, "The Forget Tomorrow World Tour".

 

Sambært Fox News hevur Justin Timberlake undir rættarfundinum noktað seg sekan í rúsdrekkakoyring. Poppstjørnan, sum fer til Danmarkar á konsert í Royal Arena í Keypmannahavn 29. og 30. august, er fyrrverandi limur í dreingjabólkinum 'N Sync og er kendur fyri síni løg "Cry Me a River" og "SexyBack".

 

 

 

/ritzau/

 

Justin Timberlake varð tikin fyri rúsdrekkakoyring 18. juni í ár. (Savnsmynd). - Mynd: Mikael Tran/Ritzau Scanpix