Jutta Kjærbeck, sum er fødd og uppvaksin á Tvøroyri, varð í farnu viku útnevnd hetja í Svøríki av Göteborgs Minnesfond. Jutta Kjærbeck er útbúgvin sjúkrasystir og jarðarmóðir, og hevur halgað alt sítt lív til børn og avvarðandi teirra. Í nógv ár var hon leiðari á bráðfeingismóttøkuni á Östra Sjúkrahúsi í Göteborg. Har sá hon tørvin á eini serligari hjálp til foreldur, sum bráddliga missa eitt barn í ferðsluni ella av ólukku. Tí hevur hon skapt sokallaða göteborgskamodellið á Östra sjúkrahúsinum, sum hevur størstu bráðfeingismóttøku av børnum í Norðurlondum.
- Eftir mínum tykki dugdi sjúkrahúsið ov illa at vísa umhugsni og atlit yvir fyri foreldrum, sum bráddliga missa eitt barn. Eg havi mist tvey børn, so eg veit, hvussu tað kenst, sigur Jutta Kjærbeck við Göteborg Posten seinasta mikudag.
Tøk altíð
Foreldur, sum bráddliga missa eitt barn, verða ikki longur send heim við linnandi heilivági eftir eitt stutt farvæl við barnið. Tá ið eitt barn bráddliga doyr, er Jutta Kjærbeck tann fyrsta, sum bjargingartænastan ella løgreglan ringir til. Hon er altíð tøk og fer út nær tað skal vera døgnið runt árið runt. Göteborgskamodellið gongur í grundini út uppá, at starvsfólk á sjúkrahúsinum niður í smálutir vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey hava við avvarðandi at deyðum børnum at gera. Jutta Kjærbeck vegleiðir og upplærir sjúkrahússtarvsfólkið, men fram um alt hittir hon altíð sjálv tey, sum hava mist.
Hjálpin kann verða samrøða og stuðul í fyrsta umfari, og hjálp til jarðarferðina. Eisini hevur Jutta fingið í lag, at foreldrini fáa høvi til at tosa við løgregluna sum var á staðnum, fólkini í sjúkrabilinum og starvsfólkini á skaðastovuni. Av og á fer Jutta við foreldrunum til arbeiðis aftur eftir tilburðin fyri at greiða arbeiðsfeløgunum frá, hvat er hent.
Fyrr varð hjálp bara veitt foreldrunum, men Jutta hevur víðkað hjálpina til at umfata familjuna og tey, sum eru rørd av tilburðinum.
Sera stóran týdning metir Jutta Kjærbeck tað hava, at foreldrini síggja deyða barn sítt, ikki bara ta einu ferðina, men fleiri ferðir.
- Tað hevur týdning at síggja barnið fyri at skilja tað, sum er hent, tí tað er veruleikin. Eisini um barnið hevur fingið skaða. Tað ber altíð til at binda um skaðar eftir eina ólukku. Foreldrini síggja ikki skaðan, men barnið, sigur hon.
Eisini heitir hon á foreldrini um at taka myndir av barninum, sum hon hongur á veggin. Júst nú stendur ein mynd av einum lítlum glaðum ljóshærdum dreingi á borðinum við síðuna av einum blómutyssi.
Jutta Kjærbeck greiðir frá, at sambandið millum hana og tey avvarðandi ikki altíð heldur fram at vera professiónelt. Nógv vinarløg eru knýtt og mangan hittast tey aftur seinni, tá ið nakað er fráliðið og undir betri umstøðum.
- Tað kemur fyri, at eg verði biðin um at verða gumma, tá ið hesi foreldrini, sum hava mist, fáa eitt barn afturat. Eisini verði eg onkuntíð biðin um at vera við á føðistovuni, tá ið ein mamma, sum hevur mist eitt barn, skal eiga.
Tað hevur tikið Juttu Kjærbeck átta ár at sannføra leiðsluna á Östra Sjúkrahúsi í Göteborg um, at tað er tørvur á hjálp og rúmi fyri tey avvarðandi. Her verða ljós tendrað, og øll systkin fáa ein lítlan eingil at taka heim við at leggja til deyðu systrina ella beiggjan. Í løtuni verður arbeitt við at gera umstøðurnar hjá teim avvarðandi betri á sjúkrahúsinum. Á hurðina ætlar Jutta Kjærbeck at hanga nýggja skeltið. Har stendur Nangijala, sum er staðið har øll børn eina ferð hittast aftur - í skaldsøguni um Brøðurnir Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren.
Smábarnadeyði
Jutta Kjærbeck fór av Tvøroyri til Keypmannahavnar at læra til sjúkrasystur í 1960. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hon í fimm ár við psykiatriskum sjúklingum í Keypmannahavn, og í 1969 flutti hon til Göteborg, har hon síðani hevur starvast og búð.
Tey seinastu gott og væl 20 árini hevur hon arbeitt við børnum, og síðani 1976 við pinkubørnum. Í 14 ár arbeiddi hon serliga við børnum, sum høvdu astma og ovurviðkvæmi. Fyri nøkrum árum síðani fekk hon til uppgávu at byggja upp eina nýggja deild. Hon setti tá ta treyt, at hon framvegis slapp at arbeiða við pinkubarna- og smábarnadeyða, og tað hevur hon gjørt síðani 1989.
Eftir eldsbrunan á dansistaðnum í Göteborg fyri trimum árum síðani, sum kravdi meiri enn 60 ung mannalív, hevur Jutta Kjærbeck arbeitt við teim avvarðandi, foreldrum, systkjum og vinum.
Jutta Kjærbeck hevur sjálv átt fimm dreingir. Tann elsti er føddur í Føroyum í 1965. Næsti sonur hennara doyði bert 10 mánaðir gamal í 1973, og fjórði sonurin doyði beint áðrenn hon skuldi eiga hann í 1977. Í 1985 átti hon fimta sonin.
MYND: JUTTA KJÆRBECK
Myndatekstur: Jutta Kjærbeck kennir kenslurnar og sorgina hjá foreldrum, sum bráddliga missa eitt barn. Sjálv hevur hon mist tveir synir