Jyllandsposturin vigar løgmann

Jyllandsposturin metir løgmann sum róligan mann, ið er væl umtóktur millum føroyingar, og sum ikki loypir framav. Í hvussu er ikki alment. Men blaðið staðfestir, at tað er komið fyri, at løgmaður er komin úr Forsætismálaráðnum "med en groggy attitude"


Undan samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina, hevur Jyllandsposten 26/10-2000 eina lýsing av Føroya løgmanni, Anfinn Kallsberg.

Blaðið kallar hann løgmann ella forsætisráðharra. Blaðið sigur, at nú er hann enn einferð á veg í Forsætismálaráðið í eini roynd at vinna føroyingum eina sjálvstýrisavtalu.

Tann 53 ára gamli føroyski leiðarin við handilsútbúgving, ið er giftur og eigur tvey børn, setti seg fyri borðendan í samband við valið í 1998, skrivar blaðið. Landstýrið varð tá fyrst og fremst gjørt úfrá einum ynski um fullveldi og fólkafloksmaðurin fór í samstarv við Tjóðveldisflokkin, skrivar Jyllandsposten.

Blaðið metir løgmann sum ein mann, ið sjáldan letur øði fáa vald á sær og sum ikki loypir framav. Í hvussu er ikki alment, har hann altíð er hóvligur maður.


Groggy

Tó so. Blaðið staðfestir, at undir undanfarnum samráðingum við donsku stjórnina er tað komið fyri, at Føroya løgmaður er komin heldur kroystur á líta úr Forsætismálaráðnum.

"Under de tidligere forhandlinger med den danske regering har Kallsberg dog et par gange kommet ud af lokalerne i Statsministeriet med en groggy attitude, fordi de færøske oplæg er blevet fejet af bordet af den danske regerning", skrivar Jyllandsposten.

Blaðið staðfestir, at undan samráðingunum eru "fronterene trukket skarpt op", orsakað av orðingini í brævinum hjá Poul Nyrup Rasmussen til løgmann, har ivi tykist verða sáddur um rætt føroyinga til at taka avgerðir um framtíðina og um støðu Føroya sum tjóð.


Álit hóast soltið

Blaðið staðfestir, at hóast samráðingarúrslitini hjá føroysku samráðingarfólkunum tykjast heldur soltin, so vísa kanningar, at Føroyingar enn hava álit á løgmanni og at hann er maðurin, ið føroyingar helst vilja hava í løgmanssessinum.