Klaksvíkingar hava ikki havt nakað serligt kappingarár. Stóra vónbrotið var, tá teir á norðoyarstevnu taptu so dyggiliga ímóti EB/Streymi.
Sunnudagin høvdu teir møguleikan at gera tað gott aftur, men aftur hesa ferð var tað nýggjasta liðið í bestu deildini, sum fór við øllum. Og aftur hesa ferð eydnaðist tað EB/Streymi at skora fýra mál ímóti klaksvíkingum.
Munur í hugi
Nógvir av spælarunum hjá KÍ hava roynt eitt sindur av hvørjum. Hjá teimum í EB/Streymi er hetta kappingarárið tað fyrsta í bestu deildini. Tað er einki at ivast í, at m. a. orsaka av hesum veruleikanum, er hugurin og motivatiónin hjá teimum í EB/Streymi størri, enn hann er hjá KÍ spælarunum, nú kappingin fer at halla. Klaksvíkingarnir hava líka sum innstillað seg uppá, at teir fara ikki at røkka nøkrum í landskappingini. Teir í EB/Streymi spæla við stórum spenningi um, hvussu høgt teir fara at megna at røkka á støðutalvuni.
Tað var ongantíð heilt stórur munur í spælinum á Mølini. Heimaliðið kom framum, tá ein av verjumonnunum hjá Kí var óheppin. Í roynd at temja, misti hann bóltin til Sorin Anghel, sum var ein støðug hóttan. Fremmandi maðurin takkaði fyri og smekkaði bóltin í málið.
KÍ varð ikki tikið av fótum av hesum. Teir spældu seg til málmøguleikar, og tað var um reppið, at teir javnaðu. Men Harley Bertholdsen var óheppin, tí royndin hjá honum úr góðari støðu tók tvørtræið og støkk niður í vøllin.
Í staðin megnaði heimaliðið stutt undan steðginum at økja til 2?0. Ronnie Samuelsen, sum var góður stýrimaður á miðvøllinum, átti síðsta fótin á, eftir uppspæl í høgru, har Knút Vesturtún alla tíðina hevði tyngd í gjøgnumbrotunum.
Spenti bogin brast
At KÍ var aftanfyri hevði við sær, at teir kendu seg noyddar at umskipa. Tomislav Sivic setti beinanvegin eftir steðgin seg sjálvan inn á framrættaða miðvallarplássið, og so varð ein maður tikin út úr verjuni.
At framrættaði parturin varð styrktur, og at verjuparturin hjá KÍ var gjørdur meiri opin, hevði við sær, at spentar støður stóðust í báðum endum. Gunnar á Steig hevði onkra góða bjarging, og eina ferð bjargaði liðfelagi fyri hann á mállinjuni. Og í hinum endanum vardi Meinhardt Joensen fyri, tá mótstøðumenn tvær ella tríggjar ferðir komu púra einsamallir ímóti honum, tí rangstøðufellan var kiksað frammarlaga á vøllinum.
Hesa løtuna tóktist tað sum um møguleikin var fyri, at KÍ skuldi koma upp í part aftur, um teir skoraðu fyrst. Men tað var heimaliðið, sum skoraði og harvið staðfesti leiðsluna. Sorin Anghel, sum var komin púra leysur, sendi í beinini á málverjanum, og vandin í KÍ brotsteiginum tóktist at vera av, tá Ronnie Samuelsen sera hegnisliga úr vinstru potaði upp í handara síðunetið.
Fleiri ferðir í 2. hálvleiki endaði KÍ uppspæl við innleggum frá Harley Bertholdsen í høgru. Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan, men hann hevði ikki altíð marginalirnar við sær. Kortini stútaði hann til 3?1. Um eitt vet av spenningi tá kom í aftur, so punkteraði dysturin orduliga, tá Jón Sigurð Gleðisheygg fimm minuttir undan leikloki økti. Hann var mitt fyri málinum og ein metur frá, tá hann stýrdi innleggi av baklinjuni í høgru frá Soran Anghel í málið. Og so var bara talan um pynt, tá Kurt Mørkøre skoraði síðsta málið.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur-KÍ 4-2 (2-0)
1-0: Sorin Anghel 18
2-0: Ronnie Samuelsen 45
3-0: Ronnie Samuelsen 63
3-1: Kurt Mørkøre 73
4-1: Jón Sigurð Gleðisheygg 81
4-2: Kurt Mørkøre 90
Dómari: Petur Skarðenni (LÍF)
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Andrzej Pacek, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen ? Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Eyðfinnur Joensen, Christian Carlsson ? Jón Sigurð Gleðisheygg, Sorin Anghel
KÍ: Meinhardt Joensen ? Andrass Jacobsen, Símun Waag Høgnesen, Atli Danielsen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Ove Nysted, Fríðin Ziskason, Hjalgrím Elttør ? Alexander Djordjevic, Kurt Mørkøre