Í síðstu viku skrivaðu vit, at klaksvíkingar á heimavølli taptu móti VB og vístu eitt fótbóltsavrik, sum var vánaligt. Vit skrivaðu eisini, at trupulleikarnir tóktust koma av, at teir vóru farnir frá 3-5-2 spæliháttinum og til 3-4-3, og at hetta ikki tóktist at rigga serliga væl.
Fríggjakvøldið var KÍ á Toftum, har teir royndu at spæla útsetta dystin, men veðrið var ikki til vildar. Nógva kavarokið hevði við sær, at teir máttu gevast, tá eitt korter var farið. Tá var einki mál komið, og spælið hevði sjálvandi ikki verið nakað serligt. Men tað sást á uppstillingini, at klaksvíkingarnir í kavarokinum vóru farnir frá nýggju uppstillingini og aftur á slóðina frá í fjør.
Spælið í dýrdarveðrinum á Vágseiði náddi ongantíð hæddirnar frá í fjør, men tað hekk væl betri saman, enn tað gjørdi í heimadystinum móti VB, og úrtøkan var so mikið góð, at nú liggur tað í hondunum hjá KÍ at spæla seg til fyrsta plássið í bólkinum.
Broytingar
Vágbingar høvdu gjørt fleiri broytingar sammett við fyri viku síðani. Tann størsta var, at John Eystberg var í miðverjuni, har hann vikarieraði fyri leikbannaða Janus Kjærbo, og so byrjaði Elian Hansen á vinstra vongverja.
VB hevði bóltin meiri enn KÍ, og á miðvøllinum vóru teir á heimaliðnum omaná í 1. hálvleiki (í 2. hálvleiki var ikki so nógv skil á). Men tað tóktist vera torført hjá VB at spæla seg til møguleikar. Tórur Holm kom eina ferð í 1. hálvleiki til skot, men bólturin fór í skeivu síðuna av síðunetinum, og í 2. hálvleiki høvdu teir eitt gott langskot, sum nýggi KÍ málverjin fór í fulla longd eftir.
Nýggir málverjar
KÍ venjarin, Tony Paris, hevði skift málverjan út. Meinhard Joensen hevði avloyst Gunnar á Steig, og nýggi málverjin helt búrið reint. Men spurningurin er, um hann verður afturvaldur, tí við á ferðini hjá klaksvíkingum til Vágs var ein 25 ára gamal stórur og prúður amerikumaður, sum er komin til Klaksvíkar.
Tað sigst, at hann skal vera málmansvenjari, men fáur man ivast í, at venjarin ætlar at brúka ein mann í so góðum árum og sum er komin so langa leið.
Marek hevur verið miðvallari øll árini, hann hevur verið í Føroyum, men hesa ferð var hann saman við landsmanninum Pacek í miðverjuni frammanfyri Jan Andreasen.
Royndin við Marek eydnaðist væl. Hann var góður eftiransari, og tað er sjálvandi altíð ein fyrimunur at hava bólttryggar spælarar í verjuni. Teir eru hentir í uppspælinum.
Mál og møguleikar
Talan var ikki um nógvar upplagdar møguleikar. Kurt Mørkøre var ? sum vanligt ? við í tí mesta ella øllum.
Málið stútaði hann eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Bjarni Johansen hevði ilt við at sleppa framat í rúgvuni, og so var Kurt Mørkøre hægstur.
Annar av hinum báðum stóru møguleikunum var, tá Kurt Mørkøre kom leysur við málverjanum, men Bjarni Johansen pareraði við fótinum, tá hann noyddist at leypa út.
Hin møguleikin var, tá Kurt Mørkøre stútaði tvørturum til sera álopshugaða miðvallaran, Rógva Jacobsen. Rógvi var púra leysur, og drálaði leingi, áðrenn hann royndi at lyfta uppum Bjarna Johansen. Men tá var fjarstøðan til VB málverjan lítil, og Bjarni fekk fingrarnar á.