KÍ annað beinið í finaluni

B36 kvinnurnar løgdu rygg til 4-0 tap í Klaksvík, meðan tað í hinari hálvfinaluuppgerðini er púra opið eftir fyrra dystin millum AB og GÍ

Fótbóltur

 

Tað skal vilja heilt illa til hjá KÍ kvinnunum, um tær ikki verða annað liðið í steypafinaluni. Fyrra hálvfinalan millum KÍ og B36 varð spæld í Klaksvík í gjárkvøldi.

Heimaliðið vann 4-0, eftir at tað hevði verið málleyst í 1. hálvleiki.

Sigrid Jacobsen setti hol á smáar tíggju minuttir eftir hvíldina, og so skoraðu Vivian Bjartalíð og Bára S. Klakstein, sum skoraði tvær ferðir. Í 2. hálvleiki var KÍ yvirvágin ógvuliga stór, og hesum megnaði annars so stinna B36-verjan ikki at standa ímóti.

Hetta var triðja ferðin, at KÍ spælir móti B36 í ár. Í Havn hevur B36 fingið fýra av seks stigum móti meistarunum, men KÍ-sigurin hesa ferð prógvaði so ruddiliga, at KÍ-kvinnurnar avgjørt ikki ætla at lata meistaraheitið frá sær uttan víðari.

Í hinari hálvfinaluni vann AB á heimavølli 4-3 á GÍ, og tí er púrasta opið undan seinnu hálvfinaluni teirra millum.

Seinnu hálvfinalurnar verða mikudagin 13. juni. Finalan verður sunnudagin 1. juli.