Árligi steypadagurin hjá FSF verður á Tórsvølli um ein lítlan mánað, tann 23. og 24. august, og nú verður bara bíðað eftir at finna útav, hvør skal spæla steypafinaluna hjá monnum. Allir hinir finalistarnir eru funnir. Tað skrivar FSF á heimasíðu síni. Felagsskapurin kunngerð í dag, hvørji liðini eru til steypafinalurnar og hvussu leikt verður.
Skráin er tann, at byrjað verður fríggjakvøldið 23. august, tá tvær steypafinalur vera leiktar, og so vera hinar fimm spældar leygardagin 24. august.
Dystirnir fríggjakvøldið vera um Mótasteypið, sum gentur U17 spæla um, og um Thomas Dam og Co. steypið, sum dreingir U18 spæla um. Hjá gentunum eru tað KÍ og Víkingur sum spæla, meðan dreingaliðini hjá EB/Streymi/Skála og KÍ spæla um Thomas Dam og Co steypið.
Leygardagin verður byrjað við dystinum um Blaðberarasteypið, sum dreingir U16 dystast um, og har fara HB og NSÍ at spæla, og somu feløg skulu spæla um Cadbury steypið hjá dreingjum U14. Seinasta steypafinalan hjá teimum yngru verður hjá gentum U14, og har eru tað KÍ og B68, sum skulu spæla finalu.
Hjá kvinnunum skal finalan spælast millum KÍ og ÍF. Kvinnurnar hjá KÍ vunnu tryggan sigur á EB/Streymi/Skála, men ÍF mátti stríðast fyri at vinna á Víkingi. Eitt mál fleiri á útivølli vóru orsøkin til, at ÍF-kvinnurnar endaðu í finaluni hesaferð.
Sum nevnt er ikki greitt, hvørji manslið skulu spæla finalu. Seinnu hálvfinalurnar eru eftir, so tí er ikki greitt, um tað verða KÍ ella EB/Streymur, sum skulu spæla móti NSÍ ella Víkingi. Støðan áðrenn seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, er, at Víkingur er á odda 3-2, men tað er javnt millum KÍ og EB/Streym í hinari hálvfinaluni, tí tann dsysturin endaði 1-1.
Gløggi lesarin varnast, at tað felagið, sum oftast gongur aftur í tekstinum er KÍ. Liðið er í løtuni við í fýra av sjey steypafinalum. Hjá gentum U17, dreingjum U18, hjá gentum U14 og hjá kvinnum. Og so kann KÍ so eisini koma í steypafinaluna hjá monnum, um teir vinna á EB/Streymi samanlagt.