HB og toppurin fara alt longri burtur frá B36. Um tvær vikur hittast grannarnir í Gundadali.
Eftir trettanda umfar eru tað níggju stig frá B36 og fram til HB.
Í dag vann HB 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, meðan B36 á norðoyastevnu tapti 3-1 ímóti KÍ, sum er fremsti avbjóðarin hjá HB. Sum tað var undan hesum umfarinum, so eru tað fimm stig frá toppinum og HB og aftur til KÍ.
Sólin skínur í Klaksvík, og lagið í heimaleguni er gott, nú tey halda noróyastevnu. KÍ var frammanfyri 3-0, áðrenn Meinhard E. Olsen í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði um munin.
Áðrenn B36 gjørdi sjálvmál, vóru gestirnir sera væl við. Kristian Joensen í KÍ málinum var sera sannførandi. Páll A. Klettskarð stútaði til 2-0, og Jákup B. Andreasen stútaði til 3-0.
HB var greitt omaná, men 07 Vestur var væl við fram ímóti dystarenda. Adrian Justinussen styrkti um sína støðu sum toppskjútti, tá ið hann setti hol á. Magnus Egilsson økti til 2-0, áðrenn Símun Samuelsen við fínum skoti økti til 3-0. Kyrylo Silich minkaði um munin við frágera góðum langskoti.
Í Runavík var NSÍ undirmannað, tá ið Jens Joensen fimm minuttir eftir steðgin varð vístur av vølli. Tá var støðan framvegis málleysur javnleikur.
Pól Jóhannus Justinussen legði NSÍ framum eftir horna frá Árna Frederiksberg. So varð AB málverjin Heðin Stenberg vístur av vølli, og tá skolaðu málini ígjøgnum hjá AB.
Jóhan Troest Davidsen økti til 2-0, og so skoraði innskifti Øssur Dalbúð tvær ferðir, áðrenn Betuel Hansen og Fróði Benjaminsen staðfestu 6-0 heimasigurin.
Eftir sera soltið tíðarskeið vann EB/Streymur 2-0 á Skála. Heimaliðið misti stýrimannin í miðverjuni Jákup Jakobsen, sum sá reytt fyri at brúka neyðbremsuna. Fimm minuttir frammanundan hevði Hans Pauli Samuelsen lagt EB/Streym framum, og tá ið ein hálvur tími var farin, økti Petur Zachariasen, sum í dag var vongverji í høgru, um EB/Streyma leiðsluna við rimmar langskoti.
Eftir steðgin hevði Skála bóltin meiri, men tað eydnaðist ikki at skora og harvið at fáa spenning í aftur.
Eftir trý tap á rað reisti Víkingur seg við 4-1 sigri í Trongisvági. Merkisvert var tað, at miðverjin Adrian Cascaval skoraði hattrikk. Heðin Hansen skoraði til 2-0 lítla løtu undan steðginum. Fram ímóti dystarenda minkaði Eirikur Magnusarson um munin.
Felags fyri Suðringar og AB var, at tað fram ímóti dystarenda sást væl, at møðin frá hálvfinalunum mikukvøldið ikki var heilt burtur.
KÍ – B36 3-1
NSÍ – AB 6-0
Skála – EB/Streymur 2-0
HB – 07 Vestur 3-1
Suðringar – Víkingur 1-4
HB | 13 | 11 | 1 | 1 | 25 | 8 | 34 |
KÍ | 13 | 9 | 2 | 2 | 25 | 12 | 29 |
NSÍ | 13 | 8 | 2 | 3 | 30 | 12 | 26 |
B36 | 13 | 8 | 1 | 4 | 27 | 17 | 25 |
Víkingur | 13 | 6 | 2 | 5 | 20 | 17 | 20 |
EB/Streymur | 13 | 3 | 5 | 5 | 15 | 16 | 14 |
Skála | 13 | 4 | 2 | 7 | 11 | 19 | 14 |
Suðringar | 13 | 3 | 2 | 8 | 11 | 22 | 11 |
AB | 13 | 2 | 2 | 9 | 7 | 26 | 8 |
07 Vestur | 13 | 1 | 1 | 11 | 12 | 36 | 4 |
14. umfar
Orsaka av U-21 landsdysti verður ikki spælt í Betri deildini næsta vikuskifti.
Leygardagin 16. juni
NSÍ - Víkingur
Sunnudagin 17. juni
EB/Streymur - 07 Vestur
Skála - AB
HB - B36
Suðringar - KÍ