Fótbóltur
13 gjørdist eydnutalið hjá KÍ, sum loksins kreyp sær av aftasta sessinum í Vodafone-deildini.
Enn er KÍ statt undir niðurflyingarstrikuni saman við 07 Vesturi, sum bert kann takka sær sjálvum fyri, at teir ikki tóku trý stig við úr Gundadali leygardagin.
Men sigurin á AB hevði mest sum ótrúliga stóran týdning í royndunum hjá klaksvíkingum at sleppa sær út botninum.
Enn er ikki veruligt samband upp til liðini oman fyri strikuna. Men vinnur KÍ næsta lagnudystin, sum er móti ÍF mikukvøldið, er fjarstøðan upp til lívbjargandi áttanda plássið bara tvey stig. Og tað er nú ein serdeilis stórur munur sammett við støðuna, sum KÍ hevur verið í at kalla alt kappingarárið.
Gullið avgjørt
Tað eru helst fleiri – ikki minst í HB – sum enn ikki vilja vera tað allar minsta við uppá, at spurningurin um gullið longu er avgjørdur.
Sjálvandi kann tað enn gleppa hjá HB, men við sigrinum í Sarpugerði syrgdu teir altso fyri, at munurin niður til næstu liðini nú er átta stig. Og tað verður serstakliga trupult hjá nøkrum av hinum liðunum at gera nakað sum helst við tað.
Umframt at kappingarneytarnir hava snávað hvør í sínum lagi, so hevur HB altso vunnið sær risa fyrmunin við útisigrum móti EB/Streymi og Víkingi og heimasigri móti NSÍ, og tað borgar eisini fyri einum kvaliteti, sum snægt sagt ger tað órealistiskt, at teir fara at tveita leiðsluna fyri borð næstu 14 umførini.
Tað ber við sær, at restin av feltinum skal renna kapp um sekunderu heiðursmerkini og atgongdina til Europa. Í løtunik tykjast toftamenn at vera best fyri í teirri kappingini, men ein vansi er tað heilt víst hjá teimum, at hópurin er somikið smalur, at skaðar kunnu raka serstakliga hart. Hinvegin hava toftamenn ikki nakra europiska uppgávu ella nakra steypafinalu at hugsa um, og tað kann verða ein fyrimunur.
EB/Streymur, NSÍ og Víkingur eru tó eisini við í feltinum, sum jagstrar europisku plássini, og við verandi gongd tykist sannlíkt, at vit mest sum hvørt umfar hava okkurt innanhýsis brak á skránni.
Tætt í botninum
Og so er tað botnurin, sum altso kann gerast nógv tættari. B36 hevur vunnið sær fýra stig seinastu tveir dystirnar, og tí eru teir fyribils aftur í tryggari legu. Men talan verður um sera truplar uppgávur hjá teimum komandi umførini.
Hinvegin er tað av álvara farið at brenna undir AB og ÍF, og nú skal altso ikki nógv til, áðrenn tey bæði av álvara eru partur av niðurflytingarstríðnum, sum í ár væl kann gerast ein sannur trunkabardagi
Miku- og hósdagin verður seinasta umfarið hesumegin summarsteðgin spælt. Tá eru dystirnir KÍ-ÍF, 07 Vestur-AB, EB/Streymur-Víkingur, AB-KÍ, HB-B36 og B68-NSÍ.