Tað var satt kæti við Løkin mánakvøldið. Heimaáskoðararnir vóru rættuliga fáir, men gestirnir vóru heilt nógvir – ivaleyst fleiri enn tvey hundrað – og teir hugnaðu sær, frøddust og skemtaðu. Líkindini at spæla fótbólt vóru heilt góð, tá ið sæð verður burtur frá, at ljósið ikki var nakað serligt.
Áskoðararnir kendu heystarkuldan vera komnan, men tað tóktist ikki bila, tí lagið var í toppi, nú KÍ unglingarnir fyri aðru ferð í trý ár tryggjaðu sær meistaraheitið. Tað ber boð um, at áhugin fyri at spæla fótbólt er stórur, og hegnið at vera við og kappast er gott.
Mikkjalsmessa stendur fyri durum, og tí verður tað ikki so leingi, inntil fenaðurin fer at verða handlaður og vigaður. Ikki var tað sørt, at áskoðararnir hetta kvøldið í Runavík handlaðu ungu spælararnar og mettu um, hvørjir og hvussu nógvir munnu eiga framtíð á besta liðnum!
Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og 3-0 KÍ sigurin var veruleiki, skygdu rakettir og neyðbluss í heystarmyrkrinum. Tey vóru fleiri, sum høvdu roknað við, at FM steyp og gullkrónur fóru at verða handað hetta kvøldið, men soleiðis var tað ikki. Tað verður á heimavølli í annaðkvøld, at KÍ unglingarnir fáa prógvini upp á, at teir eru meistarar í 2012. Síðst KÍ vann unglingadeildina var í 2010.
Minni luttøka
og tøtt kapping
Tað er áður nevnt, at sammett við undanfarin ár, so er kappingin í ár broytt soleiðis, at tað bara eru tveir árgangir frá U-16 dreingjunum og inntil dreingirnir eru ov gamlir at spæla í unglingadeildini. Áður hevur henda deildin fevnt um tríggjar árgangir. Nú verður hon nevnd U-18.
At tað nú bara hava verið tveir árgangir í unglingadeildini hevur havt við sær, at fleiri feløg, sum plaga at taka lut, ikki hava sett seg før fyri tí í ár. Eitt nú hava ÍF og Víkingur ikki verið við, B68 tók tíðliga á árinum sítt lið úr kappingini, og longu undan kappingarbyrjan funnu 07 Vestur og Skála út av, at tað ikki bar teimum til at manna lið.
Í kappingini hava verið KÍ, NSÍ, EB/Streymur, B36 og HB.
NSÍ stóð seg ikki so væl undan summarsteðginum, men eftir at teir í Runavík fingu styrk úr onkrum av feløgunum, sum ikki settu seg før fyri at manna lið, so hevur NSí víst somu styrki sum hini liðini.
Kappingin um FM heitið var leingi millum KÍ, EB/Streym, B36 og HB, ið vunnu upp á skift ímóti hvørjum øðrum. Eitt nú hava bæði B36 og HB fyrr í ár vunnið í Klaksvík, og eftir summarsteðgin hevur NSÍ vunnið á bæði B36 og HB.
Tóku tungu brekkuna
Hjá KÍ var støðan undan fýra teimum síðstu umførunum soleiðis, at um FM heitið skuldi røkkast, so var neyðugt at vinna flestu dystirnar og í hvussu so er ikki at tapa nakran. Brekkan tóktist ógvuliga tung, men mánakvøldið var missiónin liðug skilt á tann hátt, at við 3-0 sigri í Runavík tryggjaði KÍ sær FM heitið.
Síðsta umfar er í annaðkvøld. Tá sigur skráin, at KÍ eigur heimavøll ímóti B68. Toftamenn hava fyri langari tíð síðani tikið sítt lið úr kappingini. Harvið vinna klaksvíkingar í morgin 3-0 uttan at spæla í landskappingini.
Í staðin fyri í landskappingini fara nýggju meistararnir at spæla vinardyst hóskvøldið. Hann verður ímóti samansettum liði úr Eysturoy. Eftir dystarlok fara FSF umboð at handa steyp og gullmedaljurnar.
Fyri trimum vikum síðani vóru vánirnar einki serligar hjá klaksvíkingum at vinna FM heitið. Men so gekk akkurát upp í torførum avbjóðingum – 1-1 á útivølli ímóti EB/Streymi, 2-2 á heimavølli ímóti HB, sum eina løtu var frammanfyri við tveimum málum, 3-2 í Gundadali ímóti B36 og so 3-0 sigur við Løkin mánakvøldið.
Leivur Joensen setti hol á við rimmar frísparki úr vinstru, Petur Andreasen økti til 2-0 eftir skjótt uppspæl og flatt innlegg úr vinstru, og Jóannes Bjartalíð staðfesti 3-0 sigurin og harvið FM heitið eftir frísparksinnlegg úr høgru.
Í Gundadali vann B36 grannauppgerðina ímóti HB 1-0. Hørður Askham skoraði sigursmálið í 1. hálvleiki.
Hóskvøldið eigur EB/Streymur heimavøll ímóti B36, og HB fær vitjan av NSÍ. B36 hevur 27 stig, og HB og EB/Streymur hava 25 stig. Harvið hava hesi trý liðini øll framvegis møguleika at vinna silvurmerkini.