Ársins verjuleikarar í føroyskum fótbólti eru bæði úr føroyameistarunum, KÍ. Tey eru kvikbeinti bakkurin, Jóannes K. Danielsen, og royndi verjuskansin, Ragna Patawary.
Hetta vórðu tey kosin á Fótbóltsgalla, sum í hesi løtu er á Panorama á Hotel Hafnia. Tað eru Miðlahúsið, FM1 og FSF, sum standa fyri tiltakinum.
Hini tilnevndu í bólkinum ársins verjuleikari vóru annars Jesper Brinck (KÍ), Andrias H. Eriksen (B36), Durita Hummeland (KÍ) og Maibritt Olsen (ÍF/Víkingur/B68).
##med2##