KÍ er aftur í fremstu røð

Tað er gott lag í KÍ leguni við Løkin í Runavík. Fyri lítlari løtu síðani ljóðaði síðsta bríkslið í dystinum millum KÍ og næstbesta liðið hjá NSÍ.

Úrslitið var 3-2 til KÍ. Tað ber við sær, at klaksvíkingar undan síðsta umfari, tá ið teir fáa vitjan av teimum næstbestu hjá B68, hava tryggjað sær uppflyting til Vodafonedeildina.

Eini hundrað KÍ viðhaldsfólk eru í Runavík. Sum 2. hálvleikur leið tjúknaði tað rættuliga av, men lagið er gott.

Eftir vanlukkuligu niðurflytingina í fjør og kensluna av oyðimarkargongd í ár kunnu KÍ viðhaldsfólkini nú gleða seg til sunnudagsfótbólt í fremstu røð í 2011.

TB hevði undan umfarinum í dag evarska lítlan møguleika at vinna uppflytingina. Treytin var, at tvøramenn vunnu allar sínar dystir, og at KÍ einki fekk burturúr.

Í dag var TB á niðara vølli í Gundadali, har FC Hoyvík var vertur. Úrslitið var 3-3, og harvið telvaði TB seg sjálvt úr kappingini um uppflyting, og harvið syrgdi KÍ sjálvt fyri, at klaksvíkingar nú eru á veg úr Runavík og aftur til Klaksvíkar við atgongumerkjunum til bestu fótbóltsdeildina, har teir áður hava vunnið so nógvar og stórar sigrar!

07 Vestur er framvegis oddalið, eftir at vágamenn í dag vunnu 2-0 á Svangaskarði.

Í Leirvík hevur Víkingur í dag vunnið 2-0 á EB/Streymi.

 

AB-HB 0-2 (0-0)

0-1: Svenn F. Jacobsen 65.

0-2: Óli Arge 79.

Reytt kort: Páll Mohr Joensen, HB, (2 gul) 53.

 

NSÍ-KÍ 2-3 (1-1)

0-1: Niels Pauli Danielsen 6.

1-1: Andrias á Líknargøtu 30.

1-2: Heri Klein Olsen 67.

1-3: Niels Pauli Danielsen 85.

2-3: Rógvi Højgaard 90.

 

FC Hoyvík-TB 3-3 (1-1)

1-0: John Tordar Poulsen 3.

1-1: Petur Mortensen 34.

1-2: Rógvi Joensen 55.

2-2: John Tordar Poulsen br 62.

2-3: Tórur Mortensen 84.

3-3: Jan Lauridsen 86.

Reytt kort: Rógvi Joensen, TB, 79.

 

B68-07 Vestur 0-2 (0-1)

0-1: Tór Ingar Akselsen 20.

0-2: Jens Erik Rasmussen br 54.

 

Víkingur-EB/Streymur 2-0 (1-0)

1-0: Magnus G. Dalbø br 11.

2-0: Andras Mikkelsen 54.

 

Støðan eftir 26 umfør

07 Vestur 58

KÍ 55

TB 47

EB/Streymur 42

HB 39

Víkingur 37

FC Hoyvík 30

AB 26

NSÍ 25

B68 6

 

27. umfar

Leygardagin 16. oktober

KÍ-B68

HB-FC Hoyvík

EB/Streymur-AB

07 Vestur-Víkingur

TB-NSÍ

 

----

 

NSÍ-KÍ

90 min.

2-3

Liðugt!

Lítla løtu fyri leiklok minkaði Rógvi Højgaard um munin fyri NSÍ.

 

---------

 

85 min.

1-3

Hóast talan ikki hevur verið um serliga sannførandi avrik, so bendir alt á, at KÍ er við at tryggja sær uppflyting.

Fimm minuttir undan leikloki hevur Niels Pauli Danielsen økt um KÍ leiðsluna, so hon nú er 3-1.

 

---------

 

70 min.

1-2

KÍ hevur trýst mest sum alla tíðina síðani steðgin, men tað hevur gingið illa at fáa mál. Miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist tað at skora. Málskjútti var Heri Klein Olsen, sum eftir horna við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

---------

 

45 min.

Hálvleikur

Støðan er 1-1. Eftir ein stóran hálvan tíma javnaði Amdrias á Líknargøtu fyri NSÍ.

 

--------

 

Eftir hálvan tíma er 1-0 til KÍ. Niels Pauli Danielsen skoraði eftir tríggjar minuttir.

 

FC Hoyvík-TB

90 min.

3-3

Tað er sera lívligt á niðara vølli í Gundadali. Stutt undan leikloki hava bæði liðini skorað, so støðan nú er 3-3.

TB legði seg á odda 3-2, tá ið Tórur Mortensen við góðum stútara eftir hornasparksinnlegg úr høgru sendi bóltin í málið.

Tá ið FC Hoyvík svaraði aftur og javnaði til 3-3, var tað eisini eftir hornasparksinnlegg! Málskjútti úr stuttari fjarstøðu var Jan Lauridsen.

 

70 min.

2-2

Eftir steðgin hevur TB havt væl meiri av spælinum, meðan heimaliðið hevur verið vandamikið í skjótum mótálopum.

Eftir lítlari løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki broyttist støðan frá 1-1 og til 2-2.

TB legði seg á odda 2-1 við máli, sum Rógvi Joensen skoraði, tá ið hann eftir sending frá miðverjanum Gunnleifi Olsen lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.

Tríggjar minuttir seinni svaraði FC Hoyvík aftur. Málið varð skorað við brotssparki, og málskjútti var aftur John Tordar Poulsen.

 

 

40 min.

TB hevur javnað, so støðan nú er 1-1. Málið varð skorað eftir fleiri skotroyndir, blokeringar og aftur og fram støður. Málskjútti var Petur Mortensen.

 

------

 

Eftir átta minuttir skoraði FC Hoyvík til 1-0. Málskjútti var John Tordar Poulsen

Støðan var tann sama, tá ið hálvur tími var farin.

 

------

 

Næstsíðsta umfar í 1. deild í fótbólti er á skránni í dag.

07 Vestur, sum í dag vitjar niðurflutta B68, tryggjaði sær longu mikukvøldið uppflyting til bestu deildina.

KÍ, sum er næstfremst, tapti mikukvøldið á Sevmýri. Í dag hevur KÍ nýggjan møguleika at tryggja sær uppflyting.

KÍ spælir við Løkin í Runavík ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

TB, sum framvegis hevur lítlan møguleika at flyta upp, vitjar á niðaravølli í Gundadali, har FC Hoyvík er vertur.

Portalurin fer at fylgja við í, hvussu tað gongur í stríðnum um uppflyting.

 

Dystirnir í dag

Víkingur-EB/Streymur: Alex Troleis

B68-07 Vestur: Bent Tommy Linklett

NSÍ-KÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00

FC Hoyvík-TB: Johan P. Mikkelsen kl. 15.00

 

AB-HB 0-2 (0-0) (spældur ígjár)

0-1: Svenn F. Jacobsen 65.

0-2: Óli Arge 79.

Reytt kort: Páll Mohr Joensen, HB, (2 gul) 53.

 

Støðan eftir 26 umfør

07 Vestur 55

KÍ 55

TB 47

EB/Streymur 42

HB 39

Víkingur 37

FC Hoyvík 30

AB 26

NSÍ 25

B68 6

B68 og 07 Vestur hava spælt 25 dystir