Fótbóltur
Heðin á Lakjuni stendur við bóltin úti í høgru. Hann bíðar eftir floytuni hjá Peturi Reinert, sum fer at loyva honum at senda frísparkið inn í feltið við eyðkenda vinstra beininum. Og floytan ljóðar. Í brotsteiginum royna bláir klaksvíkingar við ymsum rennimynstrum at snýta mótstøðumannin. Og tað eydnaðst serliga hjá einum. Verjuleikaranum Jógvani Isaksen. Hann hevur í øllum førum ríkiligt at plássi, tá hann stýrir bóltinum móti málinum. Tað er tøgn á Injector Arena. Bólturin tekur í graslíkið, og Andras Gango í málinum hyggur bara at. So verður buldur úr skýlinum, sum ikki fekk ein enda fyrr enn tjúgu minuttir seinni. Isaksen hevur lagt KÍ á odda í tíðini, dómarin hevur lagt afturat. Trý stig afturat. Ger so væl.
Fótbóltshýrurin í Klaksvík var framúr í gjárskvøldið. Flaggskipið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur verið í tungum sjógvi í hesum kappingarárinum, og klaksvíkingar hava verið óttafullir. Tað vóru teir ikki í gjár, tá KÍ vann seg nærri áttanda plássinum og bjargingini í Vodafonedeildini.
Ikki flott
Tey, ið høvdu rindað 70 krónur fyri at síggja dystin á Injector Arena í gjár, gjørdu tað neyvan í eini vón um flott fótbóltsspæl. Liðini eru í tyngra endanum av stigatalvuni, og í løtuni ræður tað fyrst og fremst um at stríða seg til stigini. Ikki tí. Í løtum stóðu bæði klaksvíkingar og fuglfirðingar fyri frálíkum fótbóltsspæli, men tað var als ikki tað, ið setti dagsskránna.
Gestirnir úr Fuglafirði vóru leikliga omaná í fyrra umfarinum. Serliga riggaði smáspælið væl á miðvøllinum, men tað var sjáldan, at ÍF veruliga setti Jákup Mikkelsen undir trýst.
Hjá heimaliðnum bar illa til. Miðvøllurin var lítið hjálpsamur í framrættaða spælinum, og oftast var loysnin at senda langar bóltar úr verjuni og fram á Stefan Kalsø, sum var einsamallur framherji. Niels Pauli Danielsen, sum var sera eyðsýndur á Argjum sunnudagin, hevði lítið at bjóða, og tí var Kristoffur Jakobsen ofta einsamallur. Men tað bilti ikki eftir einum korteri.
Tá setti hann brádliga ferð á í vinstru síðu, og tá hann slapp til baklinjuna, sendi hann fyri føturnar á Stefan Kalsø, sum stýrdi bóltinum í netið. Nenad Saric javnaði fyri gestirnar tríggjar minuttir seinni, men fimm minuttir fyri hálvleik bar aftur til hjá KÍ. Í triðja veruliga málmøguleikanum í dystinum, sendi John Hammer í síðunetið eftir innlegg úr høgru síðu. Men Balazs Sinkó javnaði aftur fyri gestirnar sera stutt undan hvíldini. Tá var hann tryggur av brotssteigarmarkinum eftir sera gott uppspæl í høgru.
KÍ er við aftur
Seinni hálvleikur var lítið skipaður. Serliga tók heimaliðið ferðina úr dystinum við nógvum fríspørkum, men dramatikkurin varð varðveittur, tí nógv stóð upp á spæl. Fáir møguleikar vóru, men í seinasta minuttinum riggaði hjá KÍ, tá Jógvan Isaksen tryggjaði klaksvíkingum øll stigini.
Nógv er broytt hesa seinastu vikuna. KÍ hevur lyft seg av aftasta plássinum og hevur langt um leingi fingið samband við ovaru liðini á stigatalvuni. Nú er summarsteðgur, og tað verður væntað, at nýggj andlit verða at síggja í hópinum. Eitt sindur harmiligt hjá ungu leikarunum, sum fara at standa í skugganum av teimum eldru. Men leiðslan kann ikki satsa, og noyðist at tryggja sær nýtt fólk í royndini at varðveita sætið í deildini.
ÍF er aftur í niðurflytingarvanda. Fuglfirðingar hava sjáldan veruliga verið við undurlutan, men tað sæst ikki aftur á stigatalvuni. Eftir summarsteðgin verður Rógvi Jacobsen aftur tøkur, og tað er vónin í Fuglafirði, at hann skýtur liðið aftur á rætta kós. Leikaratilfarið er betri enn til áttanda plássið. Úrtøkan hevur ikki verið nøktandi, og Jón Simonsen, venjari, er tískil trýstur í løtuni.
Myndatxt
savnsmynd