Neistin-KÍF 21-29 (11-17)
Fyri viku síðani mundu kollfirðingar kenna seg snýttar, eftir at teir høvdu blakað eina at síggja til trygga leiðslu fyri borð móti Kyndli.
Hesa ferð var tað Neistin, sum var mótstøðuliðið, tá KÍF aftur vitjaði á Hálsi, og hesa ferð gekst betri at halda fast um endan.
KÍF vann sær at kalla beinan vegin eina hampuliga trygga leiðslu, og við róligum, einføldum og klókum spæli, syrgdu teir fyri, at Neistin ongan tíð slapp at vinna seg inn aftur í dystin.
Í álopspartinum hjá KÍF vóru tað serliga teir báðir útlendingarnar, sum spælt varð upp til, og gjørdust teir eisini toppskjúttar í dystinum. Iljan Topic skeyt 9 mál, meðan leikandi venjarin, Durica Tomic skeyt 7 mál.
Fyri Neistin skutu Rune Møller og Ári Rouch 5 mál hvør