KÍF blandar seg í oddastríðið

KÍF førdi trygt í fyrra hálvleiki, tá teir tóku ímóti StÍF í Atlantic Airways deildini. Í seinna hálvleiki kom tó rættiligur spenningur í dystin, men kollfirðingarnir megnaðu at halda fast

HONDBÓLTUR

KÍF hevði sunnudagin veruliga møguleikan at gera um seg í oddinum. Vunnu teir heimadystin móti StÍF, so vóru teir ájavnir strandingum og Kyndilsmonnum í stríðið um at fáa seinna plássið í FM-finaluni.

KÍF fekk flúgvandi byrjan
Heimaliðið úr Kollafirði fekk eina flúgvandi byrjan, har teir serliga í verjupartinum tóktust at hava sera gott tak á strandingum. Í álopspartinum var spælið ikki altíð so flótandi, men fyrstu løtuna megnaðu teir tó at vinna seg nakað fram við StÍF.
Eftir 10 minuttir hevði KÍF lagt seg á odda við trimum málum, men so noyddist Damir Oros hjá Damir Oros av vøllinum við skaða í fótliðinum, og so mátti KÍF vera hann fyri uttan í restini av dystinum.
Eftir hetta kom StÍf heldur betri við í dystin í eina løtu. Teir fingu betur tak á verjuni, men álopið haltaði tó enn eitt sindur hjá teimum. Næstu løtuna kláraðu teir tó at minka um munin, soleiðis at bert tvey mál vóru á muni, tá tað restaðu 10 minuttir av fyrra hálvleiki.
Kollfirðingarnir tóktust tó ikki serliga nervaðir av at hava mist stórskjúttan í fyrra hálvleiki. Teir blivu bara við at kempa, og síðstu løtuna gav hetta úrslit. Hesa løtuna fangaðu teir fleiri bóltar frá StÍF, og so revsaðu teir mistøkini hjá strandingum við skjótum mótálopum.

StÍF var ikki at kenna aftur
Tá liðini komu út til seinna hálvleik var týðiligt, at StÍf hevði funnið út av, hvønn veg tað bar. Hvat Jakob Jónssin hevur sagt við teir í hálvleikinum, er ilt at meta um, men teir komu út til seinna hálvleik sum eitt satt ódnarveður.
Serliga í verjuni høvdu teir funnið út av, hvussu teir skuldu steðga KÍF, og nú sást týðiliga, at saknurin í Damir Oros var stórur. StÍF fór langt út at verja Daniel Rapa frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, og hetta tóktist geva KÍf stórar trupulleikur. Teir komu ikki ígjøgnum verjuna, og so blivu teir ravsaðir í hium endanum, har StÍF við skjótum og góðum spæli fekk hol á KÍF verjuna.
Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, vóru nú aftur bert tvey mál á muni, og nú var líkt til, at StÍF fór at fáa KÍF aftur.
Næstu løtuna fingu kollfirðingar tó rætta uppá verjuna, soleiðis at liðini nú næstan ikki fingu mál næstu 10 minuttirnar. Hesa løtuna komu bert trý mál. Eitt til KÍF og tvey til StÍF.
Hesir blivu óvanliga dramatiskir. StÍF royndi at fáa kÍF aftur, men hvørja ferð strandingar skoraðu, so svaraði KÍF aftur. KÍF bleiv eisini rakt av fýra útvísingum hesa løtuna, men kortini megnaði StÍF ikki at koma uppá javnt. Í fleiri umførum blakaðu teir bóltar vekk, og hetta kom at kosta teimum dýrt. Tá hálvurannar minuttur var eftir, minkaði Finnur Hansson um munin niður í eitt mál, og eftir hetta hevði KÍf fleiri møguleikar at avgera dystin, meðan strandingar fleiri ferðir kundu komið uppá javnt. Har kom tó einki mál afturat í dystinum, og sostatt vann KÍF, hóst teir bert fingu fimm mál í seinna hálvleiki.

Fakta

KÍF-StÍF 21-20 (16-10)
Málskjúttar:
KÍF: Daniel Rapa 8 (2), Gert Hansen 6, Rógvi Weyhe 3, Teitur Joensen 1, Damir Oros 1, Ingi Johannesen 1, Eddie Joensen 1
StÍF: Jakob Jónsson 8, Finnur Hansson 8 (5), Jørmund Joensen 2, Andre Danielsen 1, Leivur Justinusen 1
Brotskøst: KÍF 2, StÍF 6
Útvísingar: KÍF 7, StÍF 3
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen