StÍF-KÍF 9-12 (25-32)
StÍF og KÍF lógu jøvn í stigum undan seinasta umfari, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í høllini á Skála í dag, har vinnarin fór avstað við bronsuni.
Tað vóru gestirnir úr Kollafirði, sum settu seg á dystin alt fyri eitt. Teir komu á odda 3-0 beinanvegin, og hesa leiðslu hildu teir at kalla allan vegin undan steðginum. Tá liðini fóru til hálvleiks førdi KÍF eisini við trimum málum, 12-9.
Í seinna hálvleiki kom StÍF betri frá byrjan, og tær bardust hart fyri at vinna leiðsluna hjá kollfirðingum inn aftur. Tær komu uppá 13-14 tíðliga í seinna hálvleiki, og henda støðan helt sær í eina løtu. Næstu málið fekk KÍF tó, og eftir hetta hugdu teir seg ongantíð aftur um bak. Nú vaks leiðslan ara støðugt, og tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, førdi KÍF við fimm málum, og nú var alt avgjørt. StÍF gjørdi eina seinastu roynd, har teir fram á vøllin at verja, men hetta eydnaðist heldur ikki. KÍF vann at enda ein tryggan 32-25 sigur, og við sigrinum fóru teir av stað við bronsuheiðursmerkjunum. Leggjast kann afturat, at hetta er fyrstu ferð síðani 1992, at KÍF fær heiðursmerki í bestu mansdeildini.
Besti málskjútti hjá StÍF var Leivur Justinussen við 8 málum. Damir Oros fekk heili 13 mál fyri KÍF.