KÍF heldur fram

KÍF vann 31-28 á Kyndil í høllini í Kollafirði, meðan H71 vann greiðan sigur á Neistanum í Hoyvíkshøllini.

KÍF var favorittur at vinna á Kyndil sunnudagin. Liðini møttust í vikuni í steypakappingini og har vann KÍF greitt. Hesa ferð var munurin minni, men tá samanumkom var breiddin, og harvið orkan, munurin á liðnum
«Vit orka betri og tí vinna vit, er niðurstøðan hjá Ása Dam, sum í løtum røkti plássið á miðjuni. Hann var ein av fleiri spælarum, sum vanligt spæla fast, men sum fekk fleiri høvi at hvíla seg.
«Vit byrja við tveimum nýggjum spælarunum í mun til seinast, og teir gera tað eins gott. Vit hava ein breiðan hóp og kunnu koma langt. Vit fáa nýggjar kreftir inn seinastu løtuna, meðan fleiri av teirra hava spælt allan dystin, sigur Ási Dam.
« Vit velja at byrja øðrvisi enn vit hava gjørt hinar dystirnar. Eg haldi tað sæst, at bæði liðini eru troytt eftir eina strævnan steypadyst í vikuni, sigur spælfordeilarin.
Tað gongur væl hjá kollfirðingum í løtuni, sum eru heili fimm stig fremst í landskappingini.
«Tað gongur væl í løtuni, men vit hava eisini havt minni góðar løtur, so vit taka einki fyri givið, leggur Ási afturat.
Komandi tríggir dystirnir hjá KÍF eru allir móti H71. Tvær hálvfinalur í steypakappingini og ein dystur í landskappingini. Í Kollafirði ætlar teir at raðfesta steypakappingina høgt.
«Vit taka steypakappingina seriøst nú, tí vit hava eitt sindur at geva av í landskappingini, sigur Ási Dam at enda.

Tapt yvirtalsstøða er avgerandi

Venjari hjá Kyndli, Bárður Johannesen, er ikki í iva nær Kyndil tapur dystin.
«Tá fimm minuttir eru eftir eru vit í yvirtal í tveir minuttir, men tapa við tveimum málum. Tað kostar okkum, sigur Bárður Johannesen.
«Vit spæla ein góða fyrra hálvleik og eru óhepnir at vera aftanfyri, men vit byrja illa upp á seinna hálvleik og brenna fýra 100 prosent møguleikar, meðan teir fáa skjótálop, sigur venjarin víðari.
Bárður Johannesen vísur eisini á, at tað er nakað tunt í hópinum. Umframt at íslendski strikuspælarin er farin aftur til Íslands, so vóru fleiri spælarar ikki við sunnudagin.
«Vit mangla fleiri spælarar í dag. Ein er skaddur, ein er hálvur og ein blívur skaddur í fyrra hálvleiki, meðan tveir eru í arbeiðsørindum uttanlands. Tí blívur tað nakað tunt á bonkinum, og tað er nokk ein orsøk til at vit tapa, ásannar venjarin hjá Kyndli.
Hann er tó við gott mót og metir, at tað er ikki móti KÍF, at Kyndil kann tryggja sær eitt FM finalu pláss.
«Hetta er fyrsta tapi hjá okkum í seks dystum, so tað er á góðari leið. Tað er ongin katastrofa at tapa hendan dystin. KÍF er toppliðið. Tað eru hinir dystirnir vit skulu vinna. Klára vit, so eru vit aftur heilt ovarlaga, sigur Bárður at enda.

«Vit spæla ikki væl

Tað sigur Petur Mittún, venjari hjá H71. Hetta hóast H71 liggur á øðrum plássi og er í hálvfinaluni í steypakappingini. H71 vann dystin móti Neistanum uttan at tað veruliga bleiv spennandi.
«Vit hugsa mest um okkara spæla í dag. Vit gjørdu nakrar avtalur, sum vit skulu halda. Álopsspælið riggar ikki væl í dag, men tá vit halda tær avtalur vit hava gjørt, so gongur væl, sigur Petur Mittún.
H71 var á odda við níggju málum í hálvleikinum, og tí valdi H71 at brúka fleiri av spælarunum, sum ikki altíð sleppa framat.
«Neistin eru nakað skerdir í dag. Teir mangla Teitur Magnusson, og Blagoje Buha er heldur ikki við. Vit hava hava tveir steypadystir í næstum, so vit valdu at skifta eitt sindur út, greiður Petur Mittún frá.
Hann heldur tað vera óheppið, at hansara menn nú skulu spæla tríggjar dystir upp í slag móti KÍF, sum hann metir er tað sterkasta liðið í landinum.
«Skulu vit gera okkum nakrar vónir um at geva teimum nakra mótstøðu, so mugu aðrir bollar í suppuna, staðfestur venjarin hjá H71.
Stórskjúttin hjá H71, Bogdan Florea, hevur verið svingandi í sínum avrikum í seinastuni. Leygardagin spældi hann ein góðan dyst. Petur Mittún sigur, at Bogdan hevur ein skaða at dragast við í løtuni og tað ávirkar avrikini.

Ongin Áki

Rani Slættanes stóð á odda fyri Neistanum. Vanligi venjarin, Áki Mørk, var sjúkur og kundi ikki verða í høllini.
«Áki fekk forfall og heitti á meg um at traðka til og tað geri eg fegin. Tíverri fyri okkum, so eydnaðist dagurin ikki heilt sum vit ætlaðu okkum, sigur Rani Slættanes.
Avrikið hjá Neista spælarunum var óstøðugt í dystinum.
«Tað er nakað sum hevur verið afturgangandi fyri liðið í ár. Men tað er ikki óvanligt, at eitt lið við nógvum ungum spælarum er óstøðugt, sigur Rani Slættanes, sum fyri fyrstu ferð hevur roynt at staðið á odda fyri Neistianum.

H71 – Neistin 31-25 (20-11)
H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ári J. Olsen 4, Hallur Biskopstø 3, Rógvi Sørensen 3, Niels Viggo Niclasen 2, Andor Sivertsen 2, Hanus Norðberg 1, Høgni Olafson 1, Sigmundur Nolsøe 1, Tróndur Arge 1
Neistin: Torstein Balle 6, Beinur Davidsen 4, Grímur Petersen 4, Jugoslav Djumic 3, Terji Mørk 3, Andras Joensen 2, Rógvi Nolsøe 1, Rói Hansen 1, Kristian Dulavík 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen

KÍF – Kyndil 31-28 (14-13)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 5, Niclas Selvig 5, Teitur Joensen 4, Ási Dam 4, Tony Weyhe 3, Poul Finnur Egholm 2, Rógvi Weyhe 2
Kyndil: Finnur Hansson 9, Ludvík Sùnason 6, Birgir Poulsen 6, Andrias Sólsker 3, Høgni Klein Olsen 2, Thorvald Abrahamsen 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen