KÍF kann nærkast oddinum

Leygardagin verður dystur í meistaradeidlini hjá kvinnum, tá KÍF tekur ímóti TB.

Gongdin hjá KÍF hevur verið góð síðstu dystirnar. Tær hava vunnið tveir dystir á rað, meðan tað ikki hevur hilnast so væl hjá TB í endaspælinum. Síðstu tveir dystirnir eru endaðir við TB, so tí er KÍF helst lítil favorittur undan dystinum í Kollafirði, sjálvt um TB liggur frammanfyri í landskappingini. Vinnur KÍF dystin, so verður hetta sigur nummar trý á rað, og so kunnu tær brádliga nærkast heiðursmerkjum í meistaradeildini hja kvinnum.