Tað var tann 21. desembur, at KÍF gjørdi eitt gott hál í landskappingini við at seta kappingarneytarnar úr H71 upp á pláss við 27-23-sigri á heimagólvi í Kollafirði. Á hesum sama gólvi hittust liðini longu í fyrsta umfari av steypakappingini, og aftur hesaferð vístu kollfirðingar seg frá síni bestu síðu.
Í verjuni høvdu teir gott tamarhald á stórskjúttanum hjá H71, Bogdan Florea, og skoraði hann einans trý mál henda dystin – væl minni, enn hann plagar. Hetta skyldaðist gott verjuspæl og til tíðir eisini sera gott málmansspæl frá Jaspuri Joensen.
Hóast H71 var væl við fyrstu løtuna, so var tað KÍF, sum vísti seg at vera sterkari í longdini. Teir løgdu seg á odda stutt undan hálvleikssteðgin, førdu 12-10 í hálvleikinum og vunnu dystin 25-20.
Hans Eli Sigursbjørnsson gjørdist sum ikki einaferð toppskjútti hjá KÍF, hesaferð við átta málum, meðan strikuspælarin Sigmundur Dahl var besti skjúttin hjá H71 við fýra málum.