KÍF mist málverjan til B68

Tað er órógv í hópinum hjá KÍF, sum í dag skal spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti Neistanum

Tað kemur illa við í Kollafirði, at málverjin er givin í vikuni. Joakim Jürs stóð í gjár í mál hjá fótbóltsliðnum B68, sum spældi í venjarakappingini.

Sum skilst, so er Joakim Jürs í vikuni givin í KÍF, og hevur valt at fara at spæla við B68. Tað er eitt sindur óvist hvussu hetta hongur saman við sáttmála og øðrum, men hann verður eftir øllum at døma ikki við liðnum hjá KÍF í dag.

KÍF skal í dag spæla móti Neistanum í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. KÍF hevur í tí sambandi fingið tveir fyrrverandi málverjar, at traðka til. Teir eru Emil Dam og Jaspur við Garð.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá báðum hálvfinalunum, sum verða í dag. Klokkan 16 spæla Neistin og KÍF, og klokkan 18 spæla H71 og StÍF.