So smátt byrja venjarakabalurnar hjá teimum ymsu mansliðunum í hondbólti at ganga upp. Herfyri frættist, at Ingi Olsen fer aftur til Vestmanna, har hann saman við Dia Midjord skal venja VÍF-menninar, og samstundis frættist, at Morten Hust Petersen skal venja menninar hjá Neistanum. Somuleiðis hevur Team Klaksvík fingið nýggjan venjara, sum verður Claus Rasmussen.
Nú boðar Kollafjarðar Ítróttarfelag frá, at Jan Ottosen, sum síðstu tvey árini hevur fingið heiðurin sum ársins venjari, eisini næsta kappingarár skal standa á odda fyri besta mansliðnum hjá kollfirðingum.
Jan Ottosen hevur síðani 2009 við hepnari hond vant mansliðið hjá kollfirðingum, sum hesi árini hevur ment seg frá botnliði til at vera næstbest í bæði lands- og steypakapping.
– Vit í felagnum eru fegin um at kunna samstarva við Jan Ottosen eitt kappingarár afturat, so tað arbeiðið, hann hevur byrjað, kann halda fram. Somuleiðis var tað eitt breitt ynski frá spælarahópinum at fáa Jan aftur við róðrið komandi kappingarár, sigur KÍF í tíðindaskrivi.
Hoyvíkingar melda nú eisini út, hvussu teirra venjarapar skal síggja út komandi vetur, og tað verða Kári Nielsen og Halgir Dahl-Olesen, ið skulu standa á odda fyri mansliðnum hjá H71. Tað skrivar heimasíðan hjá H71.
Samstundis verður upp á ein máta vent aftur til veturin 2008/2009, tá H71 vann sítt fyrsta føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini, tí tá var Kári Nielsen venjari og Halgir Dahl-Olesen ein av týðandi spælarunum á vøllinum. Nú verður Kári høvuðsvenjari og Halgir hjálparvenjari.
Tað vóru annars Daniel Rapa og Petur Mittún, sum stóðu á odda fyri H71 síðsta kappingarár.