KÍF og StÌF vunnu á heimavølli

Tveir dystir vóru spældir í Atlantic Airways kappingini í dag.

 

Báðir steypafinalistarnir KÌF og StÍF fingu á heimavølli eina góða upptakt til steypafinaluna, sum verður komandi leygardag.

 

Í Kollafirði vann KÌF ein tryggan 31-19 sigur á Neistanum. Støðan í steðginum varð 17-7 til KÍF.Longu tíðliga í dystinum varð støðan 5-1 til KÍF

 

Í høllini á Skála vann StÌF 28-26 á H71. H71 varð á odda 12-9 í steðginum.

 

Støðan :

 

1. KÍF 16 dystir 25 stig

2. H71 16 dystir 20 stig

---------------------------------

3. VÍF 15 dystir 19 stig

4. StÌF 16 dystir 17 stig

5. Kyndil 15 dystir 17 stig

6. Neistin 15 dystir 10 stig

7. Team Klaksvík 15 dystir 0 stig