KÍ fær enskan venjara næsta ár

Fótbóltur: Nú hevur KÍ endiliga fingið avgreitt venjaraspurningin hjá sær. Nýggi venjarin verður onglendingurin Tony Parris, og hann er ikki heit ókendur í Klaksvík

Meðan hini liðini í 1. deild hava avgreitt sín venjaraspurning fyri rímiliga langari tíð síðani hava fingið sín venjaraspurning upp á pláss, hevur tað verið meira ógreitt, hvussu støðan hevur verið hjá KÍ.

Men nú er greitt, at KÍ fær enskan venjara til komandi kappingarár. Tann 43 ára gamli Tony Parris er maðurin, sum skal taka sær av KÍ-liðnum komandi ár, og hann er ikki heilt ókendur í Føroyum. Fyri 20 árum síðani var hann eisini venjari hjá KÍ, og tá var hann eisini venjari hjá føroyska landsliðnum.

Síðani tá hevur Tony Parris m.a. verið hjálparvenjari hjá navnframa Bobby Robson (tað var áðrenn hesin bleiv enskur landsliðsvenjari fyrst í 80-unum), hann hevur verið knýttur at bæði Bolton Wanderers og Crystal Palace í Onglandi, og seinastu árini hevur hann hildið til í USA, har hann hevur verið samskipari av college-fótbóltinum og sjálvur eisini hevur vant eitt college-lið.

Tað hevur leingi verið greitt, at KÍ-venjarin seinastu trý árini, Jóannes Jakobsen, ikki verður í Klaksvík næsta ár, og tað hevur gingið eitt sindur av tíð at fáa venjaraspurningin upp á pláss. Samband hevur eisini verið við onkran dana ? onkur helt, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin Flemming Povlsen var upp á tal, men tað var ikki rætt ? men nú er ein avtala við gamla kenningin Tony Parris so fingin í lag.

Parris kemur til Føroyar í februar, og hann ber orð fyri at vera ein harður venjari, sum krevur, at spælararnir hjá sær eru væl fyri kropsliga. Venjingin hjá KÍ byrjar eisini longu í januar, og eingin ivi man vera um, at Tony Parris fer at díkja á klaksvíkingarnar teir fyrstu mánaðirnar, so alt tað, sum er farið síðani kappingin endaði, verður tikið inn aftur sum skjótast. Sáttmáli er ikki skrivaður enn, men ætlanin er so, at Tony Parris skal vera í Klaksvík í fyribils eitt ár.

KÍ-liðið fer annars at síggja nøkulunda tað sama út sum í ár. Zoran Mancic er farin til Royn, men allir hinir verða verandi í Klaksvík, hóast onnur feløg hava ligið framvið eftir onkrum av teimum. Póllendingin Marek Wierzbicki verður eisini verandi, og tað hevur verið upp á tal, at onkur annar póllendingur eisini skal spæla við KÍ í 1999. Men einki er avgjørt á tí økinum enn.