Sum øllum kunnugt eru bæði B68 og GÍ farin langa leið ? til Brasilia ? eftir styrki til síni lið.
Og nú er KÍ eisini farið vestur um Atlantshavið eftir fótbóltsstyrki. Talan er um 24 ára gamla málverjan Stephen Boyle, sum kemur úr Florida, har hann seinastu trý árini hevur spælt undir núverandi KÍ-venjaranum Tony Paris.
Markus Tummas Jacobsen, dagligur leiðari í KÍ, sigur eisini, at tað er venjarin, sum hevur fingið sambandið í lag við Stephen Boyle.
? Sum so vita vit ikki so nógv um mannin, men venjarin hjá okkum kennir hann væl, sigur Markus Tummas, sum kortini veit at siga, at nýggi málmaðurin er rættiliga stórur (sambært Norðlýsinum er hann 1,94, blðm.).
? Tað hevur leingi verið ætlanin at fáa ein málmansvenjara til KÍ, og vit høvdu samband við ein annan, men tað bleiv av ongum. Nú hava vit so gjøgnum Tony Paris fingið samband við Stephen Boyle, og soleiðis »sláa vit tvær flugur við eitt smekk« við tað, at hesin eisini kann spæla sjálvur, sigur Markus Tummas.
Hann sigur, at Stephen Boyle ikki beinleiðis er komin at loysa nakran málmanstrupulleika í Klaksvík, tí felagið er rættiliga væl fyri við málmonnum. Tað er fyrst og fremst sum venjari, at amerikumaðurin kemur hendavegin.
»Soccer« á veg fram
USA er ikki kent sum tað stóra fótbóltslandið ? í øllum førum ikki, tá tað kemur til fótbólt, sum vit kenna hann í okkara parti av heiminum.
Men »soccer«, sum okkara slag av fótbólti verður rópt í USA, er eisini um at vinna fram í stóra landinum hinumegin Atlantshavið.
Meðan tað í eitt nú Onglandi og Brasilia eru lægru stættirnar í samfelagnum, sum spæla mest fótbólt, er tað í USA fyri tað mesta tann stóra miðalstættin, sum íðkar hesa ítróttargreinina, meðan ovasta stættin meira heldur seg til »football« og »baseball«.
Í 1994 varð HM endaspælið hildið í USA, og eydnaðist tað sera væl. Síðani tá hevur framgongdin verið eyðsæð ? hóast úrslitini hjá amerikanska landsliðnum í HM í fjør einki vóru at reypa av ? og í dag eru fleiri kendir europeiskir venjarar og spælarar, sum eru í eldra endanum, í amerikansku kappingini, har pengar ikki er nakar trupulleiki.
Krevur nógv fólk
Markus Tummas Jacobsen er fyri stuttum settur sum dagligur leiðari í KÍ, og hetta er fulltíðarstarv.
? KÍ er eitt stórt felag, og í ár hava vit nøkur og 30 lið tilmeldað til landskappingina, sigur Markus Tummas.
Hann sigur eisini, at KÍ eigur eina ítróttarhøll, sum felagið ætlar at brúka meira effektivt, og sum heild krevst nógv fólk til at reka ítróttarfelagið, sum er millum trý tey størstu í landinum.
? Svend Jacobsen er formaður í felagnum, og Heri Olsen er formaður í fótbóltsdeildini, greiðir Markus Tummas frá og vísir samstundis á, at tað er neyðugt at lætta arbeiðsbyrðuna hjá hesum báðum eitt sindur, tí sum støðan er í dag við pengum o.ø., er sera nógv at takast við í einum stórum og virknum ítróttarfelag.