Eftir at Meinardt Joensen hevur givið til kennar, at hetta verður hansara síðsta ár sum yrkisleikari, hevur KÍ skrivað undir avtalu við pólskan málverja. Nýggi málverjin skal kappast við Kristian Joensen, sum hevur sáttmála til og við 2021, skrivar ki.fo.
Lukasz Jarosinski kemur frá norska felagnum HamKam og hevur spælt saman við Ole Erik Midtskogen og Odmar Færø. Lukasz er 31 ár, 1,93 cm høgur og hevur verið í norskum fótbólti seinastu 8 árini. Sáttmálin er galdandi í tvey og eitt hálvt ár, frá komandi mánaðarskifti til og við kappingarárið 2022.
- Hópurin hjá KÍ er sterkur, hóast tað í vár ikki hevur eydnast at víðkað hann til ynskiliga stødd. Nú miðvallarin, David Skrbec, og nýggjur málverji leggjast afturat, eru flestu plássini á liðnum betri tryggjað.Men framhaldandi verður leitað og hugt eftir spælarum, sum kunnu styrkja liðið, samstundis, sum yngru leikararnir hjá KÍ standa í menning. Felagið arbeiðir og virkar miðvíst eftir langtíðarætlan, og við hesum stignum fyrireikar felagið seg eisini til komandi kappingarár, skrivar KÍ á heimasíðuni.
KÍ liggur í løtuni á fjórða plássi í landskappingini og skal í summar spæla í Champions League.