Talan er tó ikki um nakran dramatikk í Klaksvík.
Alexander Djordjevic, sum saman við Jákupi Mikkelsen stendur fyri liðnum í ár, er við KÍ-kvinnunum í Makedonia, har tær hava europiska uppgávu.
Og tá Jákup Mikkelsen eisini er málmaður hjá KÍ, hevur leiðslan heitt á Eyðun Klakstein um at hjálpa til við venjingini hesa vikuna og vera á beinkinum í Streymnesi sunnudagin.
Eyðun hevur í drúgt áramál virkað innan venjaratoymið hjá KÍ. Og í fyrraárið og í fjør stóð hann eisini á odda fyri besta mansliðnum eitt tíðarskeið.
Hesa ferð verður talan tó bert um hendan eina dystin, at 36 ára gamli Eyðun Klakstein skal hjálpa Jákup Mikkelsen.