KÍF vann ikki minni enn 42-7 á Team Klaksvík í kvøld. Hálvleiksstøðan var 21-5. Serliga illa stóð til í seinna hálvleiki, tá heimaliðið bara skoraði tvey mál.
Undan dystinum var KÍF oddalið, meðan Team Klaksvík var botnlið. Tí kundi hugsast, at Team Klaksvík fór at fáa ein torføran dyst. Tað bleiv tað so sanniliga eisini.
Aftaná 20 minuttir var KÍF á odda 16-1. Seinastu tíggju minuttirnar fekk Team Klaksvík fýra mál, meðan KÍF fekk fimm.
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram og tað var ikki fyrr enn í 14. minutti, at Team Klaksvík aftur fekk mál. Tá var støðan 30-6.
Tað endaði við 42-7 sigri til gestirnar úr Kollafirði, sum nú hava 11 stig á fyrsta plássi, meðan Team Klaksvík framvegis ikki hevur fingið nakað stig.
Jákup Pauli Ziskason var toppskjútti hjá Team Klaksvík við tveimum málum, meðan Nicklas Selvig var toppskjútti við níggju málum fyri KÍF. Næstur honum kom Hans Eli Sigurbjørnsson við sjey málum.