KÍF tekur í móti teimum næstbestu hjá StÍF

Tað er annars at meta sum eitt lítið bragd, at næstbesta mansliðið hjá StÍF er komið so mikið langt.

 

Dysturin í Kollafirði byrjar klokkan hálvgum átta í kvøld.

 

Kvinnuliðið hjá StÍF í næstbestu hondbóltsdeildini hevur eisini framt eitt bragd við at spæla seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Strandakvinnur hava tó eina ógvuliga stóra uppgávu fyri framman, tá tær taka ímóti Føroyameistarunum hjá Stjørnuni á heimavølli.

 

Dysturin í høllini á Skála byrjar klokkan hálvgum átta í kvøld.