Stóri spurningurin hjá gøtumonnum, áðrenn teir fóru um fjørðin, var, um teir yvirhøvur vóru førir fyri at bjóða av við ellivu spælarum. Tað eydnaðist, men tað kom sera illa við, at Popczynski sjálvur ikki var førur fyri at spæla og harvið legðist afturat øllum hinum, sum nú skulu royna at koma fyri seg, so teir verða førir fyri at spæla ólavsøkudag, tá ið kappingarárið skal bjargast í steypafinaluni.
-Avbjóðingirnar ímóti GÍ kennast altíð sum serligar lokaluppgerðir. Tá verður ikki hugsað so nógv um polerað spæl, men tað ræður um at vinna, so liggur vertin á, hvussu stigini koma til høldar.
Soleiðis søgdu KÍ spælararnir undan mikukvøldinum, og teir mundu neyvan vera ósamdar við seg sjálvar, tá ið Birgir Sondum, sum megnaði væl at halda skil á, hevði bríkslað fyri síðstu ferð. KÍ hevði vunnið 1-0, teir høvdu fingið týdningarmiklu stigini, soleiðis at teir framvegis hava møguleika at blanda seg millum tey bestu, og leikliga avrikið hevði ikki verið at rópa hurrá fyri og ikki av tí kalibrinum, sum klaksvíkingarnir vístu sunnudagin, tá ið teir einki stig fingu burturúr.
Leitaðu eftir dynamikkinum
Viljin til at seta eyka guvu undir spælið tóktist búgva í heimamonnunum, men teir høvdu ilt við at toga seg sjálvar upp og harvið at fáa tað kropsliga yvirskotið í spælið, sum skuldi til fyri at seta nógvu óroyndu GÍ spælararnar so at siga upp á pláss.
KÍ hevði bóltin meiri alla tíðina, men í fyrra umfarinum vóru málmøguleikarnir fáir og smáir. Onkra ferðina komu teir til baklinjuna í høgru og løgdu innfyri, utttan at nakað spurdist burturúr. Næst við vóru teir, tá ið Hjalgrím Elttør sneiddi seg til baklinjuna í vinstru, sneiddi framvið baklinjuni og royndi úr fimm metrum at leggja út frá, men tá varð taklað út til horna.
Sunnudagin ímóti HB sat Eyðun Klakstein á beinkinum alla tíðina. Tað tóktist undarligt, at hann ikki varð settur á vøllin síðstu løtuna, tá ið tað mesta gekk fyri seg í HB brotsteiginum, og tað var brúk fyri knøppum og óvæntaðum dragingum fyri at vinna málmøguleikan og kanska brotssparkið, sum skuldi til.
Hesa ferð varð Eyðun Klakstein settur inn beinanvegin í 2. hálvleiki, og tað var henda disopsitiónin, sum gjørdi munin. Eyðun var sera væl upplagdur, samanspælið í vinstru gjørdist gott, og tað kom tyngd í hetta borðið. Eftir uppspæl í vinstru stóðust einar tríggjar góðar støður burturúr, og Eyðun hevði sjálvur tann besta, men GÍ málverjin bjargaði til horna.
Úr høgru vórðu bóltarnir ofta í 2. hálvleiki sendir aftarlaga frá og í brotsteigin, har teir oftast vóru barnamatur hjá Bartali Eliasen. Men tað var júst eftir eina sovorna sending, tá ið tað restaði eitt stórt korter, at KÍ fekk einasta málið. Eyðun Klakstein dró úr vinstru og tvørturum, sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann legði út til Harley Bertholdsen, sum sendi langt og høgt til handara stólpan, har Ove Nysted, sum annars var merkiliga tamur og lítið fokuseraður, vann luftkríggið og drønstútaði dygst undir tvørtræið.
Tað lætnaði hjá heimaliðnum, sum næstu minuttirnar royndi at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki, og so sigldu teir vandasjógv síðstu løtuna.
Eingin broddur
Fyritreytirnar gjørdu, at gøtumenn vóru nøgdir við málleysan javnleik. Teir royndu fleiri ferðir í 1. hálvleiki at flyta nógv fólk fram á vøllin, tá ið teir fóru í snarálop, men tað var ov lítil tyngd og broddur í. At fyrst Gidek og síðani liðformaðurin Poul Ennigarð í 2. hálvleiki noyddust at taka seg úr stríðnum - tann seinni eftir samanstoyt í luftdysti - var sjálvandi steinur oman á byrðu.
Tá ið KÍ var komið á odda, og tíðin gekk undan, broyttist gongdin, soleiðis at heimaliðið vardi, og GÍ fekk tiltuskað sær hornaspørk og frísparksinnlegg. Bartal Eliasen var fremsti maður, men teir komu ongantíð í støðuna, sum kundi bera mál við sær. Næst við at fáa mál vóru teir tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið langt og høgt spark støkk í vøllin og upp um hesa ferð ikki serliga sannførandi KÍ málverjan, sum kortini megnaði at fáa bóltin aftur, áðrenn skaði stóðst av.
Skulu illa plágaðu gøtumenninir síggja nakra nyttu í stríðnum, sum teir vóru partur av við so skerdari manning, so má tað vera, at royndirnar fara at bera nyttu við sær seinni. Men tað man vera ilt at síggja nakað hugaligt í tí júst nú.
KÍ-GÍ 1-0 (0-0)
1-0: Ove Nysted 72.
Dómari: Birgir Sondum
KÍ: Kartin Joensen - Harley Bertholdsen, Niclas Niclassen, Aleksander Djordjevic, Símun Joensen - Arnhold Joensen, Atli Danielsen, Jan Joensen, Leon Bjartalíð (Eyðun Klakstein, 46.) - Hjalgrím Elttør, Ove Nysted
Gult kort: Ove Nysted, Símun Joensen
GÍ: Jacek Przybylski - Poul Ennigarð (Anton Skoradal, 70.), Leivur Hansen - Jónreid Dalheim, Høgni Madsen, Súni Olsen, Gidek (Henning Jarnskor, 55.), Bárður á Lakjuni - Áslakur R. Petersen, Magnus Skoralíð (Páll Rói Poulsen, 81.)
Gult kort: Bartal Eliasen, Høgni Madsen