KÍ-GÍ 1-1 (0-1)
2. deildarliðið hjá KÍ fekk javnleik í evstu løtu, hóast teir høvdu nógv spæl og kjansir í dystinum ímóti GÍ leygardagin
Í so máta líkist KÍ einum botnliði, tí liðið fær ikki nóg stóra úrtøkur burtur úr teimum kjansurm, sum teir fáa.
GÍ kom annars á odda í fyrra hálvleiki, eftir at Omar Guðlaugsson (sum fekk reytt kort eftir dystin) spældi Bárð Heinason leysan. Hann lyfti bóltin upp um KÍ-málverjan og í málið. Fyrsti parturin av dystinum var besta tíðarskeiðið hjá GÍ, tí umframt málið, høvdu teir eisini onkrar aðrar kjansir, men Meinhardt Joensen í KÍ málinum hevði í hvussu so er eina frálíka bjarging.
Men eftir málið tók KÍ alsamt meira yvir. Fyrstu løtuna gekk strilti at spæla seg ígjøgnum GÍ-verjuna, sum varð stýrd av veteraninum Símun Petur Justinussen, men sum dysturin leið komu opini og møguleikarnir.
KÍ hevði besta møguleikan at gera mál, tá teir fingu brotsspark, eftir at Eyðun Klakstein varð feldur. Tomislav Sivic royndi seg úr 11 metrum, men GÍ-málverjin bjargaði skotinum.
Vildi ikki í málið
KÍ hevði aðrar royndir í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki gjørdust royndir enn fleiri. GÍ dúvaði upp á mótálop, har skjóti Heini Heinason var sentralur, men KÍ-verjan helt tætt seinnu 45 minuttirnar.
KÍ var fleiri ferðir nær við at javna. GÍ-málverjin hevði onkrar bjargingar, og tvær ferðir vóru tað útispælarar, sum bjargaðu á strikuni. Fríðin Ziskason, Johannis Færø og Tomislav Sivic vóru nær við, men tað eydnaðist bara ikki at fáa mál.
Ikki fyrr enn fleiri minuttir inn í yvirtíðina, tá KÍ fekk sítt næsta brotsspark. Hesaferð var tað Fríðin Ziskason, sum varð feldur í brotsteiginum, og vanligi brotssparksskjúttin, Eyðun Klakstein, sendi bóltin í málið av brotssparksblettinum.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, men kjansir vóru til nógv fleiri mál. Serliga vóru tað vertirnir, sum vóru vonbrotnir av javnleikinum, meðan gøtumenn iðraðu seg um, at teir ikki hildu tætt seinastu løtuna eisini.
KÍ-GÍ 1-1 (0-1)
0-1: Bárður Heinason
1-1: Eyðun Klakstein (br.)