KÍ fjepparar gera innrás í Runavík

Í NSÍ rokna tey framvegis við møguleikanum, at tað skal bera til at taka KÍ og Víking

NSÍ hevur ikki avskrivað FM møguleikan, hóast tað sær svartari út, enn tað gjørdi undan málleysa javnleikinum á heimavølli ímóti HB:

-Vit eiga at vinna heimadystirnar, og tað hevur kostað, at vit ikki hava megnað tað í trimum førum. Nú er vegurin langur, tí vit skulu framvið tveimum liðum, um vit skulu røkka toppin. Vit kunnu ikki annað enn savna okkum um avbjóðingina ímóti KÍ, og tað gera vit, sigur Klæmint A. Olsen, NSÍ liðformaður.

Umframt Klæmint A. Olsen hava Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Petur Knudsen verið burturi í landsliðsørindum.

Magnus H. Olsen og Jónleif Højgaard eru so mikið skaðaplágaðir, a teir neyvan eru førir fyri at spæla ídag.

 

Høgi fótbóltsfepurin í Klaksvík og Norðoyggjum ber við sær, at tað verður nógv ferðsla í Noroyatunlinum og út eftir eystara armi á Skálafjørðinum tíðliga seinnapartin.

-Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Kristian Joensen og Dávid Langgaard hava verið upptiknir á landsliðunum, meðan Jákup B. Andreasen orsaka av skaða gav avboð til U-21. Hann er tøkur aftur, og tað eru hinir eisini, sum eftir steypafinaluna ikki hava vant við fullari ferð. Vit eru fult fokuseraðir, og vit ætla okkum at vinna í Runavík, sigur KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør.

Hvussu?

-Venjarin hjá okkum legði óvæntaða spæliætlan ímóti teimum í hálvfinalunum. Tá brúktu vit teirra vápn at basa teimum við. Nú eru teir fyrireikaðir upp á tað, og so fáa vit at síggja, hvussu vit loysa ta avbjóðingina, sigur Hjalgrím Elttør.

Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá KÍ er Ísak Simonsen. Hann hevur sæð gula kortið sjey ferðir og er tískil leikbannaður.