Heini í Skorini
Fríggjadagin var fyrsti dystur í endaumfarinum í bestu føroysku kvinnudeildini leiktur, og var hetta ein sera týdningarmikil dystur. Tað vóru risarnir í føroyskum kvinnufótbólti, og føroyskum fótbólti sum heild, KÍ og HB, sum brustu saman í Klaksvík. Áðrenn dystin var HB liðið sera skert, við tað at fleiri av lyklaleikarunum ikki vóru við, og tað stóð so illa til, at tá dysturin í Klaksvík var bríkslaður í gongd, vóru HB kvinnurnar bert 10 leikarar!
Hesum gjørdu KÍ kvinnurnar sær so avgjørt dælt av, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan heili 4-0 til KÍ, og tá var alt í roynd og veru avgjørt.
Seinni hálvleikur var eisini eitt stórt álop á HB málið, og tá avtornaði í Klaksvík, var endaliga úrsliti 8-0 til KÍ.
Tann altíð vandamikla Rannvá Andreasen skeyt ikki minni enn fýra mál fríggjadagin, og ein annar stórur leikari í føroyskum kvinnufótbólti, Malena Josephsen, skeyt tvey mál. Síðani skeyt tann eitt sindur meiri verjukendi tvíburði Rannvu Andreassen, Ragna Andreassen, eitt mál, meðan Margit Joensen eisini kom á máltalvuna við einum máli.
Eitt sindur keðiligt fyri dystin og spenningin at HB kvinnurnar av góðum grundum vóru so skerdar, og vit kunnu uttan iva vænta at síggja ein meiri spennandi dyst, næstu ferð hesi bæði liðini møtast. Men tað er spurningurin, um hetta í síðsta enda ikki kann gerast ein sera kostnaðarmikil dystur fyri HB, tí umframt at hava mist trý stig, er hetta sera ringt fyri teirra málúrtøku, sum eisini kann koma at vera avgerandi tá avtornar.
Tryggur B36 sigur
Í Havn tók B36 leygardagin ímóti Skála, sum tryggjaði sær luttøku í endaspælinum í síðsta innleiðandi leikumfari við einum sigri á AB. Stríðið lá leingi ímillum Skála og GÍ um triðja plássi í bólki A, og nakað óvæntað vóru tað skálakvinnurnar sum drógu longra stráðið.
Skála var sum sagt í Havn og vitjaði B36, og hesin dysturin endaði ikki serliga óvæntað við einum sigri til B36. Dysturin endaði við einum sannførandi 4-0 sigri til havnarkvinnurnar, hóast tær máttu leika uttan fleiri av vanligu føstu leikarum teirra.
Skála byrjaði væl, og kláraði so nøkunlunda at halda B36 kvinnunum, og hálvleiksstøðan var 1-0 til B36. Men í seinna hálvleiki gekk betri í hond hjá B36, og endaliga úrslitið gjørdist sum sagt 4-0. Sólva Joensen skeyt tvey av málunum hjá B36, meðan Sólgerð Viderø og Maria Vang báðar fingu hvør sítt mál. So B36 fekk endurreisn eftir at tær taptu 4-1 inni í Runavík seinasta vikuskiftið, hóast tann dysturin var týdningarleysur fyri B36.
NSÍ kløkkaði VB
Í Vági tók eitt í løtuni vælleikandi VB lið ímóti einum NSÍ liðið, sum eisini sær út til at vera væl fyri. VB endaði á øðrum plássi í bólki A bert eitt mál aftanfyri HB, hóast tær fingu trý stig móti HB uttan yvirhøvur at spæla dystin, men tær hava leikt væl í ár, og vera uttan iva ringar at syfta.
NSÍ er eisini komi væl við seinastu dystirnir, og tær vunnu sum sagt seinasta vikuskiftið sera óvæntað 4-1 á B36. Hóast hetta var VB liðið ein ov stórur biti hjá NSÍ, og dysturin endaði við einum 4-2 sigri til VB, hóast NSÍ var á odda 2-0.
Hálvleiksstøðan var 2-1 til NSÍ, men síðani gekk alt galið hjá NSÍ í seinna hálvleiki, og VB vann sostatt 4-2.
Tað var ein leikari í Vági leygardagin, sum skaraði framúr, og tað var Guðrun í Lágabø. Leygardagin vísti hon sín týdning fyri liðið við at skjóta øll fýra málini hjá VB. Irdi Hansen kom eisini enn einaferð á máltalvuna við einum brotssparkið, meðan Maibritt Olsen skeyt hitt málið hjá NSÍ.
Sostatt hava KÍ, B36 og VB lagt seg á odda við sigrum í fyrsta dysti í endaumfarinum, meðan HB, Skála og NSÍ ikki fingu nakað stig hetta vikuskiftið, men serliga HB kunnu vit vænta meiri av seinni í ár enn úrsliti í Klaksvík boðar frá. Nú fer kvinnufótbólturin í summarfríð, og byrjað verður aftur at leika 30. juli. Tá vera dystirnir eftir ætlan B36-VB, NSÍ-KÍ og Skála-HB.
Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir:
KÍ-HB8-0
KÍ: Rannvá Andreassen 4, Malena Josephsen 2, Ragna Andreassen 1, Margit Joensen 1.
B36-Skála4-0
B36: Sólvá Joensen 2, Maria Vang 1, Sólgerð Viderø 1.
VB-NSÍ4-2
VB: Guðrun í Lágabø 4.
NSÍ: Irdi Hansen 1, Maibritt Olsen 1. børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.