Tá KÍ hósdagin vann seg víðari úr undanumfarinum í Europa League, veittraði KÍ-flaggið á HB-húsinum. Tað er ikki hent so oftani fyrr, men formaðurin í KÍ, Tumas Lervig sigur, at heldur skemtiliga hendingini er ein staðfesting av, at HB og KÍ væl kunnu einast.
- Tað prógvar bara, at vit samstarva væl. Í samband við dystin hava vit hildið til í HB-húsinum, og tað hevur riggað avbera væl. Tað prógvar eisini, at vit kunnu samstarva í føroyskum fótbólti, segði Tummas Lervig, formaður í KÍ, við FM1 á degnum.
Longu aftan á sigurin á Birkirkara fóru umboð fyri HB og KÍ at gera klárt, tí KÍ skal longu spæla aftur týsdagin í Europa League. Tá verður HB-húsið aftur høvðusstøð hjá KÍ.
Kendi sakførarin, Jógvan Páll Lassen, helt at hendingin var so serstøk, at hann tók hesa myndina.