Í kvøld varð útsetti dysturin í triðja umfari í kvinnukappingini millum B36 og KÍ spældur í Gundadali.
Undan uppgerðini hevði KÍ vunnið tríggjar ferðir og í vikuskiftinum spælt javnt á útivølli ímóti EBS/Skála.
Í kvøld vann KÍ fyri fjórðu ferð. Úrslitið var 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Fyrra málið skoraði Maria K. Thomsen, sum snittaði bóltin í málið eftir sending frá Ragnu B .Patawary. Fram ímóti dystarenda staðfesti Hervør Olsen sigurin, eftir at Maria K. Thomsen hevði spælt hana leysa.
Úrslitið ber við sær, at KÍ er nýtt topplið. EBS/Skála og KÍ hava 13 stig. Málmunurin hjá KÍ er +15, og hjá EBS/Skála er hann +13.
B36 hevur trý stig fyri 4-0 sigurin á heimavølli ímóti B68. Tapið í kvøld var tað fjórða hjá B36.