KÍ helt góða stevnu á Skála

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð í ár endaði tað ikki javnt, tá ið Skála var á heimavølli

Tað er norðoyastevna, og tá plagar næstbesta liðið hjá KÍ at eiga heimavøll – fríggjakvøld ella leygarkvøld.

Soleiðis er ikki í ár. Næstbesta liðið hjá KÍ var á middegi á Skála, og klaksvíkingar eru á veg til hús aftur í stevnuhýri, tí KÍ vann 3-2 á Skála.

Heimaliðið legði bragdliga fyri og var frammanfyri 2-0, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir. Málskjúttar vóru Poul Kallsberg og Leivur Zachariassen. Eitt lítið korter undan steðginum minkaði KÍ um munin, tá ið Børge Petersen eftir horna og við høvdinum setti bóltin í málið.

Hóast KÍ royndi at leggja nógv fyri í royndini at javna, so helt Skála tørn um 2-1 leiðsluna, inntil bara ein minuttir var eftir av vanligu leiktíðini. Eftir lítlari løtu koppaði alt á høvdið, og KÍ vann 3-2. Tað vóru KÍ veteranar, sum skoraðu málini.

Kristoffur Jakobsen javnaði til 2-2, og tá ið klokkan var farin meiri enn tríggjar av vanligu leiktíðini skoraði kÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør sigursmálið, so KÍ vann 3-2.

Skála hevur nú spælt seks heimadystir. Í dag fóru skálamenn fyri fyrstu ferð av heimavøllinum við ongum. Allir hinir fimm dystirnir eru endaðir við javnleiki.

KÍ hevur 20 stig fyri ellivu dystir, og Skála hevur 11 stig fyri tólv dystir.

13. juni eigur Skála heimavøll ímóti B71, og 15. juni skal KÍ spæla á úitivølli ímóti HB.