KÍ hevði risahall

Mánakvøldið var aðalfundur í KÍ, og roknskapurin fyri í fjør vísti eitt hall upp á umleið 650.000 krónur.

Hetta er tíðin, tá ið fleiri av ítróttarfeløgunum kring landið hava sínar aðalfundir. Í blaðnum í gjár greiddu vit frá aðalfundinum hjá NSÍ, sum vísti, at felagið hjá runavíkingum hevði eitt fíggjarligt vánaligt ár í fjør. Mánakvøldið hevði KÍ aðalfund, og úrslitið hjá teimum var verri enn tað hjá NSÍ.
 
Fíggjarstøðan er vánalig
Sum skilst vísti ársroknskapurin hjá KÌ fyri 2004 eitt hall upp á  umleið 650.000 krónur. Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, vil ikki vátta hetta tal, men hann sigur, at tað er væl  møguligt, at tað er rætt. Gestur Hovgaard viðgongur tó, at talan var um eitt fíggjarligt stak vánaligt ár hjá KÍ.
- Úrslitið var als ikki nøktandi. Tað eru fleiri orsøkir til, at úrslitið gjørdist so mikið vánaligt. Eitt nú vóru nógvar útreiðslur í sambandi við 100 ára stovningardagin hjá felagnum í fjør, greiðir Gestur Hovgaard frá.
Spurdur hvussu fíggjarstøðan hjá KÍ sær út, sigur Gestur Hovgaard: - Fíggjarstøðan er vánalig. Tað er eingin loyna, at fíggjarstøðan hjá KÍ hevur verið vánalig í fleiri ár, men vit arbeiða við at koma burtur úr hesum trupulleikum, sigur hann.
Í løtuni verður arbeitt við at selja KÍ-høllina, sum ítróttarfelagið eigur, til Klaksvíkar Kommunu. Ein søluprísur upp á umleið fýra milliónir hevur verið nevndur, og Gestur Hovgaard sigur, at samráðingarnar við kommununa halda fram.
Um so er, at kommunan keypir høllina frá KÍ, hevði hetta hjálpt munandi um truplu fíggjarstøðuna hjá KÍ.
 
Bygnaðarbroytingar í felagnum
Aðalfundurin hjá KÍ samtykti mánakvøldið nakrar bygnaðarbroytingar og nýggjar lógir, ið væntandi fara at hjálpa leiðsluni í felagnum.
- Hesar broytingar ganga út uppá, at ístaðin fyri at hava eini tríggjar ella fýra ymiskar nevndir, so skal tað framyvir verða soleiðis, at tað bert verður ein nevnd, sum hevur tí fíggjarligu og ítróttarligu ábyrgdina, sigur Gestur Hovgaard og leggur afturat, at leiðslan í KÍ miðjar ímóti at venda skeivu gongdini, soleiðis at komið verður aftur á rætt kjøl.