(Samrøður: Bárður Olsen og Jóannes K. Danielsen)
KÍ megnaði at fylgja tropp aftaná, at B36 og NSÍ fyrr í dag vunnu trivaligar sigrar.
Úti í Vika á Argjum vann KÍ 2-0 á AB. Tá eitt stórt korter var farið vóru bæði málini longu skoraði. Boris Dosljak legði KÍ á odda tá 24 sekund vóru leikt. 16 minuttir seinni økti Patrik Johannesen til 2-0, ið gjørdist seinasta málið í dystinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá AB, Bárður Olsen. Bárður Olsen var ikki í heilt so góðum skørum, tí hann hevði fingið ein alboga frá Semir Hadzubulic. Semir segði tað var hendiligt, men tað dugdi Bárður ikki at siga.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen hjá KÍ, ið leggur eina við, at KÍ hevur bara fokus á egnar dystir. Tað, at B36 og NSÍ spældu fyrr í dag var ikki nakað teir kundu fokusera uppá. KÍ má bara syrgja fyri at vinna sínar dystir.