Í góðveðrinum í Leirvík spæla kvinnuliðini hjá GÍ og KÍ steypafinalu. Fyrsta bríkslið hjá Jóhan Petur Michelsen var klokkan 13, og eftir ein hálvan tíma er KÍ á odda 2-0.
Fyrra málið varð skorað eftir eitt korter. Undir KÍ trýsti var ein av teimum gulu og bláu so óheppin, at hon sparkaði bóltin í sítt egna mál, tá ið hon royndi at sparka burtur.
Tá ið hálvur tími var farin, økti KÍ til 2-0. Rannvá B. Andreasen smekkaði til, bólturin brast niður í graslíkið, og linjudómarin veittraði fyri at markera, at bólturin hevði verið innanfyri málstrikuna.
Hóast KÍ er á odda við tveimum málum, so hevur talan ikki verið um einvíst trýst á GÍ málið. Tað hevur verið eitt sindur fjáltursstungið, og tað nógva hevur gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar.