KÍ hevur sett nýtt heimsmet

KÍ kvinnurnar hava í kvøld tryggjað sær seytjanda FM heitið á rað

Eitt nýtt heimsmet er sett í Gundadali í kvøld. Tað eru KÍ kvinnurnar, sum eru meistarar fyri tí. Í fjør settu tær heimsmet við at vinna sekstanda meistaraheitið á rað, og í kvøld hava tær sett nýtt heimsmet við at tryggja sær FM fyri seytjandu ferð á rað.

 

 

HB og KÍ hava spælt fýra ferðir fyrr í ár – tvær ferðir í landskappingini og í steypafinaluni. KÍ hevur vunnið allar dystirnar við einum máli. Í kvøld var øðrvísi, tí tær úr Klaskvík vunnu 4-0.

Fyrsta hálva tíman gekk tað nokk so javnt á. Malena Josephsen skoraði, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og seks minuttir eftir steðgin økti Rannvá B. Andreasen til 2-0. Tá kendist spurningurin bara vera, hvussu stórur sigurin fór at verða. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti vongverjin í vinstru, Katrina Akursmørk, til 3-0, og níggju minuttir undan leikloki staðfesti Eyðvør Klakstein 4-0 sigurin við fínum langskoti.

 

 

Ikki so fáir áskoðarar vóru í ferðalagnum úr Klaksvík. Leygardagin fara tey í KÍ leguni at fegnast um FM heitið og heimsmetið, tá ið síðsta umfar verður. Tá verður EBS/Skála gestur í Klaksvík. Tær í Sundalagnum og á Skála hava alt árið kappast við KÍ um oddasessin. Undan síðsta umfari er KÍ trý stig og 39 mál frammanfyri einasta avbjóðaran.