KÍ javnaði á Argjum

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað AB at vinna stig ímóti klaksvíkingum

AB er á níggjunda plássi, og KÍ er á áttanda plássi. Fyri triðju ferð í ár hittust teir næstbestu hjá AB og KÍ. Tær báður fyrru ferðirnar vann KÍ – 2-0 á Argjum og 3-2 í Klaksvík.

Í kvøld endaði tað 2-2 á Argjum eftir 1-1 í fyrra hálvleiki.

Fimm minuttir eftir steðgin legði Bartal Skaalum Petersen AB á odda 2-1. Heimaleiðslan helt, inntil tað restaði eitt korter. Tá bríkslaði dómarin, Jákup Øssurson Mohr, fyri brotssparki til KÍ. Tað umsetti Gunnar Christiansen til 2-2.

Kristian Svabo Eliasen legði KÍ á odda 1-0. Veteranurin Kristoffur Jakobsen átti uppleggið, tá ið eitt lítið korter var farið. Ein minutt seinni var aftur javnt. Rógvi Skála skoraði til 1-1.

Tølini siga, at AB vann eitt hornaspark, og at KÍ vann átta hornaspørk. KÍ hevði seks royndir á AB málið, og AB hevði tvær royndir á KÍ málið. Bæði liðini høvdu tríggjar royndir framvið málinum hjá mótstøðuliðnum. AB hevði tveir góðar møguleikar, og KÍ hevði fýra góðar møguleikar.

KÍ hevur nú 25 stig, og AB hevur 13 stig.

Næsti dysturin hjá KÍ verður annan leygardag á heimavølli ímóti NSÍ.

Næsti dysturin hjá AB verður annan leygardag á heimavølli ímóti FC Hoyvík.