KÍ kós úr botninum

Fótbóltslagið er sera gott í góðveðrinum í Klaksvík, har KÍ við 5-3 sigri á B68 hevur víst, at tað ikki longur er treytaleyst rætt, tá ið tað verður sagt, at KÍ altíð liggur undir, tá ið serligur dagur er í Klaksvík.

Í dag er tunnilsdagur, og tað sást á áskoðarafjøldini, sum var ógvuliga stór og væl uppløgd.

Málríka uppgerðin var sera undirhaldandi, og B68, sum hevði fleiri ungar og óroyndir menn á vøllinum, gjørdi sítt til at skapa spenningin.

Eftir róliga fyrstu løtu kom rættuligur eldur í, tá ið Hjalgrím Elttør eftir 12 minuttir legði KÍ á odda við fínum skoti av brotsteigarmarkinum.

Tríggjar minuttir seinni økti Philip Djordjevic, eftir at Álvur F. Christiansen í vinstru hevði strítt seg til bóltin og serverað hann á silvurfati fyri Djordjevic.

B68 hevði ikki verið sera vandamikið, men lítla løtu eftir 2-0 málið svaraðu teir aftur. Ahmed Ndende setti sera hegnisliga bóltin í málið av brotsteigarmarkinum eftir at frísparksinnlegg var bent út frá av heimaverjuni.

At B68 minkaði um munin tók eina løtu eitt sindur av ferðini hjá heimaliðnum.

Tá ið hálvur tími var farin, var Philip Djordjevic aftur upp á spæl. Fínt uppspæl endaði við, at Bárður J. Heinesen, sum í dag er fremsti KÍ spælarin, stakk bóltin til Djordjevic, sum sendi bóltin framvið Tórði Thomsen og í málið.

Beinanvegin eftir steðgin góvu liðini hvør øðrum eina gávu. Fyrst økti Kristoffur Jakobsen um leiðsluna til 4-1 eftir stóra misskiljing í B68 verjuni, og so takkaði Jónleif Højgaard fyri, tá ið hann kom ímillum afturlegging og minkaði um munin til 4-2.

Álvur F. Christiansen, sum aftur í kvøld var rættuliga væl upplagdur, økti til 5-2, tá ið hann eftir innlegg úr høgru tamdi hegnisliga og setti bóltin í málið, og miðverjin hjá B68, Oddur Højgaard, minkaði um munin til 5-3 við høvdinum eftir innlegg úr vinstru og kiksaða afturlegging til KÍ málverjan.

Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er á fimta plássi við 28 stigum, og at B68 er á sætta plássi við 26 stigum.

 

KÍ-B68 5-3 (3-1)

1-0: Hjalgrím Elttør 11.

2-0: Philip Djordjevic 16.

2-1: Ndende Adama Guéye 18.

3-1: Philip Djordjevic 31.

4-1: Kristoffur Jakobsen 50.

4-2: Jónleif Højgaard 54.

5-2: Álvur F. Christiansen 61.

5-3: Oddur Højgaard 90.

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Høgni Madsen, Jógvan Isaksen, Monrad Holm Jacobsen - Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 88.) - Kristoffur Jakobsen (Sørmundur Kalsø, 85.), Bárður J. Heinesen, Álvur F. Christiansen (Henry Heinesen, 74.)

Gult kort: Rudolf Eliasen, Monrad Holm Jacobsen

B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Oddur Højgaard, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard (Haraldur R. Højgaard, 63.), Ndende Adama Guéye, Jann Ingi Petersen, André Olsen (Viggo Hansen, 60.) - Bjarki Johannesen (Jóhan Dávur Højgaard, 55.), Kristian Anton Andreasen

Gult kort: Christian Stokholm, Bjarki Johannesen, André Olsen, Jóhan Dávur Højgaard

 

---

 

Liðugt

5-3

 

90 min.

5-3: Oddur Højgaard

B68 hevur enn eina ferð minkað um munin. Oddur Højgaard kom ímillum eftir innlegg úr vinstru og kiksaða afturlegging, og við høvdinum snittaði hann bóltin framvið Gunnari á Steig og í KÍ málið.

 

 

85 min.

5-2

Kristoffur Jakobsen hjá KÍ er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Sørmundur Kalsø.

Báðir partar tykjast hava staðfest, at talan verður um trivaligan heimasigur.

 

75 min.

5-2

Tað er framvegis intenst. Heimaliðið hevur góða løtu verið greitt omaná og við sannførandi spæli. Nú hevur B68 havt hug at svara eitt sindur aftur, og teir hava havt onkra spenta deyðbóltsstøðu.

Toftamenn hava gjørt tríggjar útskiftingar. Út eru farnir Jónleif Højgaard, Bjarki Johannesen og André Olsen. Á vøllin eru komnir Viggo Hansen, Haraldur R. Kjeld og Jóhan Dávur Højgaard.

Hjá KÍ er Henry Heinesen komin á vøllin í staðin fyri Álv F. Christiansen

 

 

 

65 min.

5-2: Álvur F. Christiansen

So er KÍ aftur frammanfyri við trimum málum. Eftir innlegg úr høgru tamdi Álvur F. Christiansen bóltin sera hegnisliga, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Tað er ein fantastiskur karmur kring dystin í Klaksvík. Veðrið er frágera gott, og tað er sjáldan, at tað eru so nógvir áskoðarar kring vøllin í Klaksvík, sum tað eru tað í kvøld!

 

55 min.

4-2: Jónleif Højgaard

Toftamenn hava ikki givið skarvin yvir. Hóast klaksvíkingar hava greitt omaná, so hevur B68 júst minkað um munin. Málskjútti var Jónleif Højgaard. Hann takkaði fyri, tá ið afturlegging til KÍ málverjan kiksaði. Tað vil siga, at í 2. hálvleiki hava liðini givið hvørjum øðrum eina gávu í part!

 

50 min.

4-1: Kristoffur Jakobsen

 

KÍ tykist vera á veg ímóti tryggum sigri ímóti B68. 2. hálvleikur var bara lítla løtu gamal, tá ið leiðslan varð økt til 4-1. Eftir stóra misskiljing í verjuni hjá toftamonnum varð Kristoffur Jakobsen púra leysur, og so smekkaði hann bóltin í málið.

Klaksvíkingar spæla í 2. hálvleiki ímóti vestara málinum.

 

--

 

 

Teir eru farnir at hvíla seg í Klaksvík, har líkindini at spæla fótbólt eru sera góð. Støðan er framvegis 3-1 til KÍ.

Eftir róliga fyrstu løtu kom rættuligur eldur í, tá ið Hjalgrím Elttør eftir 12 minuttir legði KÍ á odda við fínum skoti av brotsteigarmarkinum.

Tríggjar minuttir seinni økti Philip Djordjevic, eftir at Álvur F. Christiansen í vinstru hevði strítt seg til bóltin og serverað hann á silvurfati fyri Djordjevic.

B68 hevði ikki verið sera vandamikið, men lítla løtu eftir 2-0 málið svaraðu teir aftur. Ahmed Ndende setti sera hegnisliga bóltin í málið av brotsteigarmarkinum eftir at frísparksinnlegg var bent út frá av heimaverjuni.

At B68 minkaði um munin tók eina løtu eitt sindur av ferðini hjá heimaliðnum.

Tá ið hálvur tími var farin, var Philip Djordjevic aftur upp á spæl. Fínt uppspæl endaði við, at Bárður J. Heinesen, sum í dag er fremsti KÍ spælarin, stakk bóltin til Djordjevic, sum sendi bóltin framvið Tórði Thomsen og í málið.

Síðani heimaliðið økti um leiðsluna hevur KÍ havt greiði yvirvág.

 

 

Hálvleikur

45 min.

3-1

 

 

40 min.

3-1

Tað er framvegis nógv lív í, og tað eru spentar støður frammanfyri bæði málini. Støðan er framvegis 3-1 til KÍ.

 

30 min.

3-1: Philip Djordjevic 30.

Tað er framvegis rættuliga lívligt í Klaksvík, har áskoðarafjøldin er stór.

Á hálva tímanum økti heimaliðið um leiðsluna. Enn eina ferð var tað Philip Djordjevic, sum setti bóltin í málið. Tað var sera ágangandi og ágrýtni Álvur F. Christiansen, sum átti uppspælið. Í vinstru pressaði hann bóltin av mótstøðumanni, og so legði hann eitt sindur út frá til Djordjevic, sum setti bóltin í málið.

 

20 min.

2-1

 

Tað hevur verið sera lívligt fyrstu løtuna í Klaksvík, har KÍ hevur vitjan av B68.

Heimaliðið legði seg á odda í 12. minutti. Málskjútti var Hjalgrím Elttør, sum við sera góðum skoti av brotsteigarmarkinum setti bóltin í B68 málið.

Tríggjar minuttir seinni økti KÍ um leiðsluna. Philip Djordjevic varð spældur leysur inn í brotsteigin av Bárði J. Heinesen, og hann sendi bóltin í málið.

Tveir minuttir seinni svaraði B68 aftur. Málskjútti var Ndende, sum á brotsteigarmarkinum tamdi bóltin sera hegnisliga, áðrenn hann setti hann dygst inn við stólpanum. Støðan stóðst eftir at bólturin varð stútaður út frá eftir frísparksinnlegg.

Rudolf Eliasen hjá KÍ hevur sæð gula kortið.

 

KÍ-B68 kl. 17.00

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Høgni Madsen, Jógvan Isaksen, Monrad Holm Jacobsen - Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør - Kristoffur Jakobsen, Bárður J. Heinesen, Álvur F. Christiansen

B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Christian Stokholm, Oddur Højgaard, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Ahmed Ndende, Jann Ingi Petersen, André Olsen - Bjarki Johannesen, Kristian Anton Andreasen