Kóka suppu úr ongum

Jón Tyril, G! fyriskipari, kjakast á Kjak.fo og metir at miðlar og Summarfestivalur áttu at gjørt meira við at ávara um veðrið. - Tey sum siga, at veðurfrøðingar søgdu frá sera ringum veðri, kóka suppu úr ongum, tí sagt varð ikki frá so ringum veðrið, sum tað vísti seg at blíva, metir Steintór Rasmussen, fyriskipari

Jón Tyril, G! fyriskipari, hevur inni á kjak.fo eina viðmerking, har hann kemur inn á viðurskiftini, nú Summarfestivalurin varð raktur av vánaligum veðri.

Í hesum sambandi hava vit sett Jón Tyril spurningin, hvussu G! festivalurin hevði klárað slíkt veður.

- Vit høvdu sjálvandi fyrst hugsað um fólk vóru í vanda, og síðani lukkað alt niður. Vit høvdi eina trygdarætlan og gjørdu nógv burturúr, at samskiftið millum ymsu partarnar vóru í lagi, sigur Jón Tyril

Jón Tyril sigur, at á G! hava tey ikki havt eina nágreiniliga ætlan B (Plan B, blðm.).

- Men á G! var eisini sagt frá góðum veðri. Men vit hava ta tummilfingurreglu, at vit rokna við tvær ferðir so nógvum vindi, sum sagt verður frá, sigur Jón Tyril.

Spurdur, um tað ikki er eitt sindur "ókollegialt" av honum sum samskipara av øðrum festivali at fara út við viðmerkingum um ódnarveðrið á Summarfestivalinum, sigur Jón, at hann sum so ikki hevur sagt so nógv.

- Eg havi bara lagt dent á, at vit øll eiga at læra nakað av hesum, sum hendi. Og vit øll sum skipa fyri slíkum eiga at taka hetta sum dýran lærupening, sigur Jón Tyril.


Kóka suppu úr ongum

Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum, sigur, at tey sum siga, at sagt var frá so ringum veðrið, sum talan bleiv um, kóka suppu úr ongum.

- Í veruleikanum varð ikki sagt frá so ringum veðrið, sum tað í veruleikanum bleiv, sigur Steintór Rasmussen.

Vit vóru í samband við fleiri veðurstovur, sigur Steintór Rasmussen.

Hann metir annars, at teir vóru rættiliga væl fyrireikaðir. Summarfestivalurin hevði tilbúgving og hevur í longri tíð samstarvað við Norðoya bjargingarfelag.

- Klaksvíkin er annars væl fyri, um óveður brestir á. Summarfestivalurin er mitt í býnum,og her eru hallir, løgregla, sjúkrahús og annað. Tað sum kann henda, og kanska hendi í hesum førinum, er, at nógv fólk er á økinum, tá óveður brestir á, og tað tók okkum kanska eitt sindur á bóli, sigur Steintór.

- Men t.d. fór stóra Flagstjaldið ongan veg, men tey smærru tjøldini. Men tað er greitt, at allir fyriskiparar eiga at skriva sær aftanfyri oyrað, at slíkt kann henda og síðani hugsa meira um fólk, enn um materialini, sigur Steintór Rasmussen.


2000 fólk á møti í høllini

At ongin ætlan B veruliga er, viðgongur Steintór, men hinvegin meta fyrireikararnir, at Summarfestivalurin er so stórur, at tiltøkini mugu vera úti.

Ein ætlan var um at flyta tiltøk í Flagstjald og í høllina, men bert 800 fólk fingu loyvi at koma í høllina.

- Eg haldi tað er løgið, at 2000 fólk kunnu vera á møti í høllini, men tá brúk er fyri tí, sum hendan dagin, so verður loyvi bert givið til 800 fólk, sigur Steintór Rasmussen.

Hann gleðist annars yvir, at tiltøk og tilbúgving riggaðu væl á Summarfestivalinum og hann takkar teimum, ið gjørdu eitt stórt arbeiði, so alt eydnaðist so væl, sum møguligt.

Enn er onki avgreitt viðvíkjandi møguligum endurgjaldi fyri atgongumerki.

- Fólk skilja ógvuliga væl støðuna, og hetta hava vit merkt og fingið at vita frá fleiri. Hetta er annars ein sera fløktur spurningur, sum arbeitt verður við, sigur Steintór.

Ongin avgerð er enn tikin um festivalin komandi ár.

- Vit taka eitt ár í senn, men persónliga havi eg gott mót, men enn er onki avgjørt viðvíkjandi einum møguligum festivali komandi ár, sigur Steintór Rasmussen.