KÍ komið upp á síðuna av B36

Einki bendir á, at sjeyfaldu FM vinnararnir í KÍ uttan nakað sum helst ætla at lata trúnuna frá sær. Tað vístu KÍ kvinnurnar, tá ið tær tíðliga seinnapartin vunnu landskappingardyst á Norðoyastevnu 2-1 á B36.

Árstalsfelagið hevur verið oddalið, síðani tær í fjórða umfari vunnu 1-0 á heimavølli á KÍ. Nú hava bæði B36 og KÍ spælt tíggju dystir, og nú eru feløgini jøvn í oddinum við 25 stigum. Eftir sigurin í dag er málmunurin hjá KÍ +23, meðan málmunurin hjá B36 er +16.

B36 og KÍ hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini. Umframt 1-0 til B36 er ein uppgerð í Gundadali endað málleys. Síðsti landskappingardysturin millum oddaliðini bæði verður í Klaksvík í 18. og næstsíðsta umfari, sum er á skránni 8. september.