Botnliðið KÍ gjørdi ein rættiligan vørr á heimavølli í kvøld. Útsetti 1. deildardysturin ímillum KÍ og LÍF endaði við 1-0 sigri til KÍ. Málið skoraði Álvur Christiansen í seinna hálvleiki.
KÍ-liðið stríddist væl og hevði gott tamarhald á liðnum úr Leirvík. Serliga í seinna hálvleiki var KÍ vandameira liðið, meðan LÍF skapti fáar kjansir.
Sigurin kom væl við hjá KÍ, sum liggur næstniðast í 1. deild, men sum nú er bert eitt stig aftanfyri SÍ, ið er triðniðast. LÍF hevur mist sambandið við í toppin í 1. deild, og nú er mest sannlíkt við eini endastøðu beint omanfyri miðjuna á stigatalvuni.