KÍ-kvinnur skulu til Makedonia

Lutakast hevur verið til, hvussu spælast skal í fyrsta bólkaspælinum í Champions League kappingini hjá kvinnum.

 

KÍ varð drigið í bólk saman við Tikvesanka

úr Makedonia, NSA Sofia úr Bulgaria og Montpellier úr Fraklandi.

 

Hesi liðini skulu spæla bólkaspælið í Makedonia síðst í juli og fyrst í august mánaði.