KÍ kvinnurnar fingið venjara


Odd Færø er settur sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá KÍ. Jón Harald Poulsen hevði annars játtað at taka við enn eitt ár, eftir at hann hevði verið venjari hjá kvinnuliðnum í fjør.
Hann tók seg tó aftur, og nú hevur Odd Færø fingið fyribils ábyrgd av liðnum, sum vann FM-heitið í fjør. Hetta sigur formaðurin í KÍ, Svend Jacobsen.
Odd hevur tikið øll grundskeiðini fyri venjarar hjá FSF, og hann hevur verið venjari í ungdómsdeildunum hjá KÍ frammanundan.