Í verandi løtu er búskapurin kaldur, og í fleiri londum er støðan so hættislig, at tey fáa ikki stimbrað búskapin vegna ov stóra skuld. Í Føroyum stendur væl til í so máta. Vit hava eina skuld, sum tolir at vaksa fyri síðani at lækka, orsakað av einum rakstraryvirskoti, sum vanliga er í kjalarvørrinum av einari búskaparframgongd. Vit hava í Føroyum í dag eina væleydnaða støðu at brúka Jósef sum fyrimynd.
Fíggjarlógin 2011 leggur nógv trýst á lønmótakaran. Lønmótakarin kemur sambært fíggjarlógini at uppliva eitt reallønarfall av teimum stóru, og kann hetta gera, at fólk ikki velja at brúka pengarnar, men í staðin óttafull spara upp.
Verður eingin lønarvøkstur innan almennu lønirnar, er uppsparingarhugsunarhátturin nærliggjandi og vælskiljandi. Um hetta verður gongdin, er stórur vandi fyri at framgongdin, sum bæði Búskaparráðið og Landsbankin meta kann koma, gleppur Føroyalandi av hondum. Tað fær eingin gleði av. Heldur eigur landskassin at hugsa um lønmótakaran og tryggja honum góðar umstøður, so lønmóttakarin kennir seg tryggan við at brúka peningin hann fær, okkum øllum at frama. At krevja reallønarfall er at køla kaldan búskap. Tá er eingin vinnari.
Fakfeløgini krevja í dag eina rímiliga lønarhækkan. Ein rímulig lønarhækkan skapar tað rógv, ið skal til fyri at búskapurin hitnar líðandi. Ein rímulig lønarhækkan ger at vit øll vinna.