Sum flestu í hansara ættarliði, so sigldi hann ein stóran part av sínum arbeiðsárum, men síðani hann legðist upp fyri einari fjórðings øld síðani, hevur hann verið við til at seta dám á Klaksvíkina á tann hátt, at hann saman við øðrum hevur verið við til at gjørt nógvar grótlagingar.
Kál er ættaður av Viðareiði. Foreldrini vóru Súsanna Margretha, dóttir Jógvan í Eiðsvík, og Julius Jacobsen. Húsini hjá teimum stóðu á trønni, sum tey høvdu eysturi á Kyrjarheyggi. Kál fekk sær í 1958 Kyrjarheygg til eftirnavn.
Julius og konan búðu nógvu tey síðstu árini í Klaksvík, og hann gekk ikki undir øðrum navni enn Julius á Viðareiði. Súsanna Margretha og Julius áttu seks børn: Erikka, Jógvan (doyði sum smádrongur), Hanna, Jógvan, Kál og Sigurd. Jógvan og Sigurd búsettust á Viðareiði og hini í Klaksvík. Tey eru øll á lívi uttan Sigurd, sum doyði fyri tólv árum síðani.
Kál giftist við Odnu Joensen úr Vági í Klaksvík. Foreldrini hjá henni vóru Julia og Christoffur Joensen. Julia doyði í 1929, og Christoffur sat eftir við átta børnum. Odna, sum tá var tvey ára gomul, vaks upp í Krotugrøvini hjá Jacobinu og Joen Jacob Ziska Vitalis, sum var betri kendur undir navninum Jakku?Post.
Eftir at Odna og Kál vórðu gift í 1953, bygdu tey sær hús í Krotugrøvini í trønni hjá Jakku?Post, og har hava tey búð síðani. Nú er Odna á Røktarheiminum, og Kál, sum framvegis er væl fyri, er um hana hvønn einasta dag.
Børnini hjá Odnu og Kál eru Heðin, sum er føddur í 1954, og Súsanna, sum er fødd í 1964. Heðin býr í Klaksvík og Súsanna í Norðdepli, har hon er gift við Jens Christiansen. Børnini hjá teimum eru tólv ára gamla Oddbjørg og átta ára gamli Jákup Mikal, sum eitur eftir abbanum.
Í 1938 fór Kál fyrstu ferð til skips. Tað var við skonnartini Stellu Mariu. Undir krígnum var hann heimamaður. Hann arbeiddi hjá Kjølbro, har hann eisini koyrdi lastbil. Eftir kríggið fór hann aftur til skips, og tá sigldi hann fyri tað mesta við skipunum hjá Jóan Jakku á Viðareiði. Synirnir hjá Jóan Jakku og Kál vóru systkinabørn. Jóan Jakku og Julius vóru hálvbrøður. Teir vóru úr hvør sínari giftu hjá Jacob Michael, abbanum, sum Kál eitur eftir. Jóan Jakku var yngst av fýra børnum í fyrru giftu, og Julius var tann yngri av tveimum børnum í seinnu giftu.
Kál sigldi eftir kríggið við eitt nú Coronet, Viðoy og Fugloy. Í 1949 var hann við kvívíkstrolaranum Egili, og hann var við, tá ið Egil sakk í Barentshavinum 24. oktober 1949. Mansskapið taldi 22, og teir vóru allir bjargaðir. Seinni fór Kál at sigla við Stellunum hjá Laksáfoss brøðrunum. Eftir at hekkutrolararnir í 1972 vórðu seldir til Íslands, var hann eitt skifti við Borgini, sum Andreas Marknagil førdi.
Eftir at Kál legðist uppi, arbeiddi hann nógv hjá Kanjon. Tá var tað, at hann fór at laga. Saman við Boy og øðrum hevur Kál verið við til at laga eitt nú kirkjugarðin, á økinum kring sjúkrahúsið og eisini t. d. á økinum kring Føroya Banka í Klaksvík.
80 ára førðingardagin er Kál, sum avgjørt hoyrir til tey stillu og trúføstu í landinum, burturstaddur.